Landafrøði 1 - page 6

6
JØRÐIN OG KORTINI
Landafrøði – hvat er tað
Hvat hugsar tú, tá ið tú hoyrir orðið landafrøði? Hugsar tú um
kort, hvar tey ymsu londini eru, hvussu høvuðsstaðirnir eita,
hvussu langar áirnar eru, ella hvar gosfjøll eru?
Um tú hugsar soleiðis, so hugsar tú bara um ein lítlan part av
lærugreinini. Landafrøði, sum á fremmandamáli eitur geografi,
er so nógv meira.
Lýsir og greinar
Orðið geografi kemur úr grikskum og merkir nakað tað sama
sum lýsing av jørðini. Tað er ein góð merking, tí hetta er júst tað,
sum lærugreinin snýr seg um.
Í geografi ella landafrøði leggja vit okkum eftir at
lýsa
, hvussu
jørðin sær út við áum, vøtnum, strondum, fjøllum, bygdum, býum,
londum, vegum og nógvum øðrum. Vit royna eisini at
greina
, hví
eitt nú regnskógir og oyðimerkur eru. Hví jarðskjálvtar og eldgos
eru. Hví tað er fjølbygt summastaðni á jørðini og fólkatómt aðra­
staðni o.s.fr.
Tá ið tú lesur landafrøði, lærir tú, hvussumenniskjuni gagnnýta
I,II-1,2,3,4,5 7,8,9,10,11,12,13,14,15,16,...124
Powered by FlippingBook