Landafrøði 1 - page 15

JØRÐIN OG KORTINI
15
Jørðin – gongustjørna okkara
Jørðin er ein lítil gongustjørna. Hon gongur í ringrás síni kring sólina
við fúkandi ferð, sum er um 30 kilometrar um sekundið.
Um eingin sól var, var heldur einki lív á jørðini. Sólin gevur hita og
ljós, so menniskju, dýr og vøkstur kunnu liva her.
Vatn er ein onnur fortreyt fyri lívi. Jørðin varð til fyri um leið fýra
og eini hálvari milliard árum síðan. Tá var einki vatn á jørðini. Nakað
seinni, tá ið jarðarskorpan var storknað, vóru nógv eldgos. Úr gosfjøll­
unum spruttaði m.a. vatnguva, sum so líðandi varð til vatn.
Onnur gasssløg myndaðu lofthavið. Lofthavið er luftin uttan um
jørðina. Um einki lofthav var, hevði einki kunnað livað á jørðini.
Lofthavið liggur sum eitt jaður um gongustjørnuna og verjir okkum
fyri vandamiklum strálum frá sólini. Lofthavið ger eisini, at her verður
hvørki ov heitt ella ov kalt. (Í 3. parti kanst tú lesa meira um lofthavið).
Ballónin sveimar 9.000 metrar uppi yvir
Himalaia á markinummillum India og
Pakistan.
I...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...124
Powered by FlippingBook