Landafrøði 1 - page 7

JØRÐIN OG KORTINI
7
jørðina, og hvussu heimurin broytist. Tað kann snúgva seg um, hvat
vit dyrka ella velta, ella hvussu vit brúka náttúrutilfeingi sum vatn,
olju og jarnmálm. Tú leitar eisini eftir svari á spurningum sum:
Hvussu sá tað út fyrr í tíðini? Hvat hendir á jørðini nú á døgum?
Hvussu verður tað í framtíðini? Broytist veðurlagið í heiminum og,
um so er, hví? Verður nóg mikið av mati til vaksandi fólkatalið? Fara
teir stóru skógirnir at hvørva? Hví eru so nógvir stórir býir í heim­
inum?
Landafrøði snýr seg ikki altíð um allan heimin. Hon kann eisini
nema við títt egna umhvørvi. Hvat hendir t.d. við ferðsluni eftir
skúlavegi tínum? Skulu hús verða bygd á øllum teimum grønu blett­
unum í býnum? Verður sjógvurin á firðum og sundum dálkaður?
Gevur innlit
Við kunnleika í landafrøði skilur tú betur, hví vatnflóð er, hví kríggj
bresta á, ella hví so nógv fólk flyta úr heimbygdum sínum til býir
ella onnur lond.
Kunnleiki í landafrøði hjálpir tær eisini at skilja, eitt nú hvussu fólk
í kommununi hugsa, tá tey taka avgerðir um øki til nýggj hús, skúlar
og vegir.
Við kunnleika í landafrøði verður lættari at skilja heimin og tilver­
una.
I,II-1,2,3,4,5,6 8,9,10,11,12,13,14,15,16,17,...124
Powered by FlippingBook