Landafrøði 1 - page 11

JØRÐIN OG KORTINI
11
Síðan koma Saturn, Uranus og Neptun. Tað er ymiskt, hvussu langa
tíð tað tekur gongustjørnunum at fara eitt umfar um sólina. Hjá jørðini
tekur tað eitt ár. Samsvarandi tíðin hjá gongustjørnuni Neptun er 165 ár.
Allar gongustjørnurnar, uttan Merkur og Venus, hava ein ella fleiri
mánar. Mánarnir ganga í ringrás um egnu gongustjørnu sína. Frástøðan
millum okkara mána og okkum er upp ímóti 400.000 km, sum svarar
til næstan tíggju ferðir runt um jørðina.
Hvussu varð sólskipan okkara til?
Flestu granskarar halda, at sólskipan okkara varð til úr eini stórari gass­
toku. Tað hendi fyri um leið 4,5 – 5 milliardum árum síðan. Við egnu
atdráttarkraft síni tók gasstokan seg saman til nakað, summinti um ein
malandi diskil. Mitt í gasstokuni hendu evnafrøðiligar tilgongdir, sum
elvdu til, at hitin tók at vaksa. At enda varð tann stóra gløðandi gasskúlan
til, sum vit í dag nevna sólina.
Á hesi myndini av sólskipan okkara hava
sólin og tær minnu gongustjørnurnar ikki
rætta stødd í mun til hinar gongustjørnur­
nar. Fram til 2006 varð Pluto roknað sum
ein gongustjørna í sólskipanini. Tá avgjørdi
altjóða stjørnufelagsskapurin, at Pluto
ikki longur leyk krøvini at verða nevnd
gongustjørna. Hon skal ístaðin eita dvørga-
gongustjørna.
Saturn
Uranus
Neptun
Pluto
I...,II-1,2,3,4,5,6,7,8,9,10 12,13,14,15,16,17,18,19,20,21,...124
Powered by FlippingBook