Landafrøði 1 - page 17

JØRÐIN OG KORTINI
17
Knattnetið staðsetur
Viðhvørt er neyðugt at vísa, hvar eitt ávíst stað á jørðini er. Til dømis
er neyðugt at vita neyvt, hvar eitt skip í havsneyð er statt. Tí hava vit
eitt altjóða
knattnet
. Tað er samansett av einum hugsaðum rútaneti
við linjum, sum ganga ígjøgnum pólarnar, og øðrum linjum, ið ganga
tvørturum og eru javnfjarar við miðkringin. Grikkin Hipparchos kom
við knattnetinum longu fyri tvey túsund árum síðan.
Javnfjaru linjurnar vísa breiddarstig
Linjurnar í knattnetinum, sum eru javnfjarar við
miðkringin, eita
breiddarkringar
. Teir vísa
breiddarstigini
. Vit kunnu eisini siga breidd. Miðkringurin
er tann størsti breiddarkringurin. Hesin kringur er
nullpunktið, tá ið vit skulu avgera, um ein knatt-
støða er á syðru ella norðaru hálvu.
Við breiddarkringunumkunnu vit vísa á, hvussu
nógv breiddarstig ein ávís knattstøða er frá mið­
kringinum. Allar knattstøður, sum liggja á sama
breiddarkringi, hava somu breidd. Frá miðkring­
inum rokna vit 90 breiddarstig suðureftir og 90
breiddarstig norðureftir.
Linjurnar, sum ganga ígjøgnum
pólarnar, vísa longdarstig
Tær linjurnar, sum ganga ígjøgnum pólarnar, eita
longdarlinjur
. Hesir bogar eru allir líka langir.
Longdarlinjurnar vísa
longdarstigini
. Tað er við-
tikið, at tann longdarlinjan, vanliga stytt til
longdin, sum gongur ígjøgnum Greenwich uttan
fyri London í Stórabretlandi skal vera nulllong-
din. Frá hesi rokna vit síðan 180 longdarstig ves-
tureftir og 180 longdarstig eystureftir. Á henda
hátt kann t.d. eitt skip rokna út, hvussu langt
eystan fyri ella vestan fyri nulllongdarlinjuna, tað
er statt. Allar knattstøður, sum eru á somu long-
darlinju, hava sama longdarstig. Vit kunnu eisini
siga, at tey hava somu longd.
N
o
r
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
N
o
r
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
M
i
ð
k
r
i
n
g
u
r
S
u
ð
u
r
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
London
l
o
n
g
d
a
r
l
i
n
j
a
45°
30°
15°
15°
30°
45°
60°
75°
90°
I...,7,8,9,10,11,12,13,14,15,16 18,19,20,21,22,23,24,25,26,27,...124
Powered by FlippingBook