Landafrøði 1 - page 24

24
JØRÐIN OG KORTINI
Topografisk kort og evniskort
Í roynd og veru eru tvey sløg av kortum: topografisk kort og evniskort.
Topografisk kort
Topografisk kort vísa t.d. hæddarmunin, sum er í náttúruni. Ymsir
hættir eru at vísa hæddarmun. Oftast brúka vit hæddarstrikur, har
hvør strika merkir eina ávísa hædd. Hæddin vísir metratal yvir havið.
Viðhvørt verður brattlendi víst við myrkari liti. Hæddin á høvdum og
fjøllum verður merkt við tølum.
Á topografiskum kortum av Føroyum síggja vit, hvar mýrar, hamrar,
gjáir, áir og vøtn eru. Hesi kort hava lutfallið 1:20.000 og 1:100.000 og
verða nógv brúkt í sambandi við uttandura arbeiði og frítíðarlív.
Brot úr Føroyakorti í lutfallinum
1: 20.000, sum vísir økið við
Sundalagið.
I...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...124
Powered by FlippingBook