Landafrøði 1 - page 23

JØRÐIN OG KORTINI
23
Norðurpílur og málistokkur
Fyri at tú kanst lesa eitt kort á rættan hátt, má tað hava ein norðurpíl.
Norðurpílurin vísir norðureftir. Og veitst tú, hvar norður er, er lætt at
finna hinar høvuðsættirnar.
Flestu kort hava eisini málistokk, sum sigur okkum, hvussu nógv
støddin í veruleikanum er minkað á kortinum. Hevur tú eitt kort í lut­
fallinum 1:100.000, merkir tað, at ein sentimetur á kortinum svarar til
100.000 sentimetrar í veruleikanum, t.e. ein kilometur. Eitt kort í einum
heimsatlasi kann vera í lutfallinum 1:15 milliónir. Tá er ein sentimetur
tað sama sum 150 kilometrar. Málistokkurin verður viðhvørt uppgivin
við einum máliteini, sum líkist eini linjál.
Teknlýsing
Upplýsingar í einum korti eru altíð nógv einfaldari enn í veruleikanum.
Tað ber jú ikki til at tekna upp eitt nú allar áir ella øll trø í einum skógi.
Fyri at kortmyndirnar skulu vera týðiligar og lættar at lesa, brúka vit í
staðin litir saman við merkjum og teknum fyri hús, støð, vegir, skógir,
vøtn og annað.
Fyri at vit kunnu skilja merki, tekn og litir, skal eitt kort hava eina
teknlýsing. Ymiskt littar linjur vísa ofta á vegir og jarnbreytir. Viðhvørt
skilja vit millum vanligar vegir og motorvegir. Vøtn verða vanliga víst við
bláum, og skógarøki verða víst við grønum. Hús eru oftast svartir smáir
fýrkantar, og kirkjur verða teknaðar við einum krossi. Men tað er kortini
týdningarmikið at minnast til, at tað, sum merkir eitt ávíst á einum korti,
kann merkja okkurt heilt annað á einum øðrum korti! Á einum korti kann
t.d. ein lítil svartur fýrkantur ímynda eini hús. Á einum stórum heimskorti
kanneinslíkur fýrkanturharafturímótimerkja einbýur við fleirimilliónum
íbúgvum. Á fleiri kortum brúka vit grønan lit at vísa, hvar skógur er. Á
øðrum kortum kann sami litur vísa land, sum er meira enn 200 metrar
yvir havið. Vit mugu tí gáa væl eftir, hvørja ferð vit brúka eitt kort!
Eru kort misvísandi
Vegir eru ofta teknaðir nógv størri á einum korti fyri yvirhøvur at síggjast
aftur. Ein motorvegur er t.d. einar 15 metrar breiður í veruleikanum.
Um vit skuldu tekna hann rætt á einum korti við lutfallinum 1:250.000,
hevði strikan, sum vísir vegin, verið so kløn, at hon sást ikki aftur. Í staðin
mugu vit tekna strikuna fyri vegin um leið 1 mm tjúkka. Skuldi tjúktin á
hesi striku verið eftirfarandi, hevði vegurin á kortinum verið 250 metrar
breiður í veruleikanum. Kortið er sostatt misvísandi um breiddina á veg­
num, fyri at tað skal vera gjørligt hjá okkum at síggja hann.
N
EY
LN
LS
ÚN
ÚS
V
S
Lutfall1:100.000 (1 cmákortinum svarar til1km íverðuleikanum)
I...,13,14,15,16,17,18,19,20,21,22 24,25,26,27,28,29,30,31,32,33,...124
Powered by FlippingBook