Landafrøði 1 - page 20

20
JØRÐIN OG KORTINI
Kortið – ein gomul søga
Eitt av teim elstu kortunum, sum vit vita um, er meira enn 8.000
ára gamalt. Tað er ein veggjamálningur í Turkalandi, sum vísir eitt
býarkort. Í Egyptalandi og Irak eru kort, sum eru 3.000 og 4.000 ára
gomul. Tey vóru ofta teknað á leirplátur. Fyri 2.000 árum síðan gjørdu
grikkar, sum vóru siglandi fólk og handilsfólk, kort yvir strandaøkini í
Miðjarðarhavi. Rómverjar, sum tóku kortkynstrið hjá grikkum til sín,
gjørdu landakort, sum vístu, hvussu landið sá út, og hvar vegir vóru.
Hjá rómverjum var umráðandi, at herurin kundi taka seg fram, tá ið
teir skuldu verja markið kring Rómaríki ella hertaka nýggj øki.
Ein einfalding av veruleikanum
Einki kort kann vísa veruleikan, akkurát sum hann er. Á einum korti
mást tú gera upplýsingar einfaldar, so tað gerst týðiligt og vísir tað, sum
tú ætlar. Tann, sum ger kortið, má so statt taka støðu til, hvørjar upp-
lýsingar skulu vera á kortinum, og hvørjar upplýsingar ikki skulu vera.
Hetta kortið, sum vísir Norður­
amerika og Suðuramerika, brúktu
spaniólar í 16. øld, tá ið teir tóku
sær hjálond í Suðuramerika
I...,10,11,12,13,14,15,16,17,18,19 21,22,23,24,25,26,27,28,29,30,...124
Powered by FlippingBook