Landafrøði 1 - page 26

26
JØRÐIN OG KORTINI
Nútíðar hjálpartól
Tá kortteknarar teknaðu kortið á síðu 20, brúktu tey einføld málitól
og eyguni. Nú brúka kortteknarar tøknilig hjálpartól sum fylgisveinar,
loftmyndir og teldur til at tekna alskyns kort.
Fylgisveinamyndir
Fylgisveinamyndir hava stóran týdning hjá landafrøðingum. Fylgi­
sveinamyndir eru tiknar úr fylgisveinum, sum eru í ringrás kring jørð­
ina. Í fyrstani brúkti hervaldið slíkar myndir í kríggi og til at njósnast
í øðrum londum. Nú verða hesar myndir eisini brúktar til at fylgja við
í broytingum í umhvørvinum. Við fylgisveinamyndum síggja vit t.d.,
um oyðimerkur vaksa, um vatnflóðir ella algublóming breiða seg, ella
um skógir minka, tí tær verða høgdar niður.
Landafrøðilig upplýsingarskipan GIS
Teldur eru eisini týðandi amboð hjá landafrøðingum. Við teldunum
kunnu kortteknarar sameina ymisk kort við upplýsingum um fólkatal,
vatngóðsku, sjúkur og nógv annað.
Tað at byggja slík kort upp í telduni nevna vit landafrøðiligar upp­
lýsingarskipanir. Altjóða heitið fyri hesar skipanir er GIS (Geografic
I...,16,17,18,19,20,21,22,23,24,25 27,28,29,30,31,32,33,34,35,36,...124
Powered by FlippingBook