Landafrøði 1 - page 31

JARÐARSKORPAN
31
Ein gløðandi knøttur við
harðari skorpu
Jarðarsøgan er ógvuliga long. Hildið verður, at gongu-
stjørnan varð til fyri um leið 4,6milliardumárum síðan.
Menniskju hava tó bara verið á jørðini í okkurt um
200.000 ár.
Vit vita nógv um jarðarýtuna, og vit vita nøkulunda,
hvussu tað sær út undir havinum. Vit vita eisini nakað
um, hvat er inni í jørðini. Tað mesta av kunnleikanum
hava vit fingið við at kanna eldgos og jarðskjálvtar, hóast
granskarar eisini hava borað djúp hol í jarðarskorpuna.
Tað djúpasta holið er um leið 13 kilometrar djúpt. Hetta
er ikki serliga djúpt, tá vit hugsa um, at meiri enn 6000
kilometrar eru inn til jarðarmiðdepilin.
Í byrjanini var jørðin helst partur av stórari malandi
toku av gassi og dusti. Tokan hevði í sær tey evni, sum
gongustjørna okkara er gjørd úr. Næstu milliónir árini
tætnaði gasstokan. Evnini hópaðu seg saman, gjørdust
føst evni og broyttust at enda til ein gløðandi knøtt.
Ytsta lagið á knøttinumkólnaði so líðandi og storknaði
til eitt hart lag, sum vit nevna
jarðarskorpu
. Men innast
inni í jørðini er hitin framvegis fleiri túsund stig.
Jú longri inn í jarðarskorpuna tú kemur, heitari verð-
ur. Hetta kennist m.a., tá ið tú ert í einum námi nakrar
kilometrar undir jørð. Har kann hitin verða 30°C og
meiri.
Jarðarskorpan er rættiliga tunn, í miðal bara einar 35
kilometrar. Hon er tjúkkast, har meginlondini eru, og
hana kalla vit
meginlandsskorpu
. Skorpan er tynst undir
heimshøvunum, og hana kalla vit
havbotnsskorpu
.
Etna á Sicilia er eitt virkið gosfjall
Gosgrót
I...,21,22,23,24,25,26,27,28,29,30 32,33,34,35,36,37,38,39,40,41,...124
Powered by FlippingBook