Landafrøði 1 - page 35

JARÐARSKORPAN
35
Innaru kreftirnar í jørðini
Kreftir, sum koma innan úr jørðini, ávirka og broyta støðugt jarðar­
ýtuna. Hesar kreftir nevna vit
innaru kreftir
. Tær vísa seg ofta sum jarð-
skjálvtar og eldgos, og gera at faldfjøll verða til. Innaru kreftirnar ávirka
jarðarýtuna mest á markinum ímillum pláturnar. Og tað er oftast her,
jarðskjálvtar og eldgos eru.
Tá ið plátur stoyta saman
Pláturørslurnar hava í milliónir ár bygt heimsins fjallarøðir. Viðhvørt
bresta tvær plátur saman, soleiðis at
havbotnurin
, sum er tyngstur,
skjýtur seg inn undir
meginlandið
. Fláir av gróti verða skavaðar av hav-
botninum, rukkaðar saman og lagdar í djúpar faldir. Eftir fleiri milli­
ónir ár hevjar økið seg upp og myndar eina fjallarøð. Soleiðis eru t.d.
Rocky Mountains
í Norðuramerika og
Andesfjøll
í Suðuramerika vorðin
til. Samstundis verður havbotnurin ógvuliga spakuliga trýstur niður í
jørðina, har hann bráðnar.
Tá ið tvey meginlond stoyta saman, verður grótið kroyst saman
og faldað. Soleiðis eru t.d. Alpurnar og heimsins hægsta fjallarøð,
Himalaia, vorðin til. Hesi fjøll hevja seg framvegis.
Ein
djúpál
verður til í havinum, tá ið ein pláta við havbotnsskorpu
stoytir ímóti eini aðrari plátu ella glíður inn undir hana.
Tá ið plátur glíða sundur
Mitt í havinum er eitt markamót, har pláturnar glíða burtur hvør frá
aðrari. Tað hevur við sær, at frástøðanmillumEvropa ogNorðuramerika
økist nakrar sentimetrar um árið.
Gløðandi
magma
trokar seg upp úr jarðarkápuni í rivum millum
pláturnar og rennur út á havbotnin sum
grótbræðingar
. Grótbræðing­
arnar storkna til
gosgrót
og byggja upp nýggjan havbotn. Báðumegin
rivuna legst gosgrót í tjúkkum løgum, sum at enda gerast so høg og
long, at tey mynda stórar fjallarøðir undir havinum. Soleiðis er t.d.
Miðatlantsryggurin vorðin til. Hetta er ein stór fjallarøð, sum gongur
norður ígjøgnum mest sum alt Atlantshav. Føroyar eru eystan fyri
Miðatlantsryggin og vórðu til við eldgosum, tá hesar báðar pláturnar
byrjaðu at støkka sundur.
Í havsins fjallagørðum eru
gosfjøll
, sum ofta goysa. Grótbræðingar,
sum floyma út, leggja seg lag oman á lag. Viðhvørt gerast løgini so
tjúkk, at tey hevja seg upp um vatnskorpuna og verða til eina nýggja
oyggj. Soleiðis eru t.d. Ísland og lítla oyggin Surtsey vorðin til. Tey eru
partar av Miðatlantsrygginum.
Tá ið plátur stoyta saman og glíða sundur
Hav
Djúpál
Magma vellir upp
Steinhválv
(meginland)
Steinhválv
(meginland)
Steinhválv (meginland)
Magma
S
t
e
i
n
h
v
á
l
v
(
h
a
v
b
o
t
n
u
r
)
Gosfjall
0
50
100
km
0
km
Kápa
Kápa
Faldfjøll
ver
ð
a til
Faldfjøll
ver
ð
a til
Hav
0
50
100
km
50
100
K
á
p
a
Steinhválv (havbotnur)
Hav
Djúpál
Magma vellir upp
Steinhválv
(meginland)
Steinhválv
(meginland)
Steinhválv (meginland)
Magma
S
t
e
i
n
h
v
á
l
v
(
h
a
v
b
o
t
n
u
r
)
Gosfjall
0
50
10
km
0
km
Kápa
Kápa
Faldfjøll
ver
ð
a til
Faldfjøll
ver
ð
a til
Hav
0
50
100
km
50
100
K
á
p
a
Steinhválv (havbotnur)
Hav
Djúpál
Magma vellir upp
Steinhválv
(meginland)
Steinhválv
(meginland)
Steinhválv (meginland)
Magma
S
t
e
i
n
h
v
á
l
v
(
h
a
v
b
o
t
n
u
r
)
Gosfjal
0
50
10
km
0
km
Kápa
Kápa
Faldfjøll
ver
ð
a til
Faldfjøll
ver
ð
a til
Hav
0
50
100
km
50
100
K
á
p
a
Steinhválv (havbotnur)
Tvær havplátur glíða sundur og magma vellir
upp.
Ein meginlandspláta trýstir eina h vp átu niður, tá
tær stoyta saman, og ein djúpál verður til.
Tvær meginlandsplátur stoyta saman og elva til
faldfjøll.
I...,25,26,27,28,29,30,31,32,33,34 36,37,38,39,40,41,42,43,44,45,...124
Powered by FlippingBook