Landafrøði 1 - page 28

28
JØRÐIN OG KORTINI
VIT STEÐGA Á:
Jørðin og kortini
Kort, loftmyndir og fylgisveinamyndir
eru nøkur av týdningarmestu amboð­
unum hjá landafrøðingum Tey kunnu
siga nógv um eitt stað, hvussu tað sær út
og hví Tey vísa okkum, hvussu lendið
verður brúkt, hvussu veðurlagið er, ella
hvussu fjølbygt staðið er
Tey vísa eisini, hvussu týdningarmikil
málistokkurin er, tí alt eftir um tú kann­
ar ein lítlan bý ella eitt heilt land, verður
myndin ógvuliga ymisk
Google Earth er eitt hent forrit, summ.a. byggir á ein
hóp av fylgisveinamyndum úr øllum heiminum. Tú sært
jarðarknøttin, ella tú sært húsatekjur, akrar ella viðhvørt
enntá bilar og fólk. Og tú kanst fara akkurát hagar, sum
tú hevur hug!
Fyri 50 árum síðan búðu ikki so nógv fólk í
økinum, men nú er tað fjølbygt. Fólk úr ymsum
pørtum í landinum eru flutt higar til akrar, sum
keisarafamiljan einaferð átti. Nógvar familjur
búgva í einføldum húsum við hálmtekju, men
fylgisveinamyndirnar vísa eisini, hvussu nógv hús
hava blikktekju. Vegirnir eru smalir, og fólk flest
brúka asnar og ross til flutning. Á teim stóru
vegunum koyra bussar og bilar, eina mest til og
frá býnum Shashemene, sum ikki sæst á myndunum.
Á hesi opnuni hava vit verið á einum staði mitt í Etiopia.
Staðið er á tromini við Stóra Rivudalin, sum gongur
ígjøgnum alt Eysturafrika. Tað regnar sjáldan í dalinum,
men í fjallalíðunum regnar nógv. Vatnið verður leitt í
veitir og víðari út á økið. Á bønum á myndini dyrka
tey fyrst og fremst sukurrør.
I...,18,19,20,21,22,23,24,25,26,27 29,30,31,32,33,34,35,36,37,38,...124
Powered by FlippingBook