Landafrøði 1 - page 22

22
JØRÐIN OG KORTINI
Fýra ymsar niðurfellingar
Mercator niðurfellingin
er vinkulsonn. Hon gongur út frá
miðkringinum. Men jú longri burtur frá miðkringinum eitt øki
er, jú størri verður tað, sammett við veruleikan. Avleiðingin er,
at Grønland tykist at vera eins stórt og Suðuramerika, hóast
Suðuramerika er átta ferðir størri.
Samanber við heimskortið høgrumegin, sum er víddarsatt.
Men sjálvt har er skapið á londunum ikki rætt.
Peters niðurfellingin
gevur eina avskeplaða mynd av tí skapi,
sum heimsins lond hava. Tó ber til at samanbera støddirnar
á meginlondunum, tí hon er víddarsonn. Her sært tú, hvussu
nógv størri Afrika er enn Evropa. Samanber eisini við heimskor-
tið vinstrumegin.
Fullers niðurfellingin
gevur eina aðra mynd av heiminum.
Stóri fyrimunurin við hesi niðurfellingini er, at hon teknar
heimsins lond við næstan ongari avskepling bæði við­
víkjandi stødd og skapi á londunum.
Winkels Tripel niðurfellingin
er hvørki víddarsonn ella vinkul­
sonn. Her eru tvær ymiskar niðurfellingar brúktar fyri at fáa
eitt heimskort, sum samsvarar meira við veruleikan.
I...,12,13,14,15,16,17,18,19,20,21 23,24,25,26,27,28,29,30,31,32,...124
Powered by FlippingBook