Landafrøði 1 - page 12

12
JØRÐIN OG KORTINI
Tíðir og árstíðir
Tað eru rørslurnar hjá jørðini og mánanum, sum elva til, at vit býta tíð-
ina upp í ár, mánaðir og samdøgur. Og tað er hallið á jørðini, sum ger,
at vit fáa árstíðir.
Ár, mánaðir og samdøgur
Tað tekur eitt sólár, tað vil siga 365,25 samdøgur, hjá jørðini at mala
eina ferð runt um sólina. Fyri at gera hetta einfalt, er viðtikið, at eitt
vanligt ár skal hava 365 samdøgur. Fyri at árið skal samsvara við sólárið,
verður 4. hvørt ár longt við einum samdøgri. Hetta árið kalla vit leypár.
Mánin brúkar um leið 30 dagar ella ein mánað at fara eitt umfar um
jørðina. Orðið mánaður kemur júst frá orðinum máni.
Samstundis sum jørðin gongur í ringrás um sólina, melur hon um sín
egna ás, jarðarásin. Ímynda tær jarðarásin sum ein pinn, sum gongur
tvørtur ígjøgnummiðdepilin í jørðini norður og suður, ígjøgnum norð-
pólin og suðurpólin. Og ímynda tær, at jørðin melur um hendan ásin,
snúningsásin.
Tað tekur næstan 24 tímar hjá jørðini at mala runt um sína egnu ás.
Tí er eitt samdøgur 24 tímar. Tá ið okkara síða av jørðini vendir ímóti
sólini, er dagur hjá okkum. Samstundis er nátt hinumegin jørðina, sum
vendir burtur frá sólini.
Ymiskir hættir at rokna tíð
Føroyar og flestu onnur lond í heiminum brúka tann gregorianska kalend-
aran. Hann er grundaður á, hvussu jørðin gongur kring sólina, og hann
býtir árið upp í 365 dagar (umframt leypár) og í tólv mánaðir. Tað eru tó
einir 40 aðrir hættir at rokna tíðina, harímillum tann islamski og tann
jødiski kalendarin. Tann islamski kalendarin býtir eins og tann gregori-
anski árið upp í tólv mánaðir, men árið er í miðal 11 dagar styttri. Orsøkin
er, at tann islamski kalendarin er grundaður á ringrásina hjá mánanum.
Ein nýggjur mánaður byrjar altíð í tendring, sólkomu.
Eitt ár í tí jødiska kalendaranum hevur vanliga 353, 354 ella 355 dagar. Tá
ið leypár er, legst ein trettandi mánaður afturat við 30 døgum. Hesin kalend-
arin tekur so statt atlit bæði til mánan og ringrásina hjá jørðini um sólina.
Árstíðirnar standast av áshallinum hjá jørðini
Jarðarásurin hellir 23,5 stig, so tá jarðarknøtturin gongur runt um sól-
ina, hellir stundum sunnari partur av jørðini ímóti sólini og stundum
norðari partur.
SUMMAR
N
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
m
i
ð
k
r
i
n
g
u
r
N
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
S
s
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
I...,2,3,4,5,6,7,8,9,10,11 13,14,15,16,17,18,19,20,21,22,...124
Powered by FlippingBook