Landafrøði 1 - page 8

8
JØRÐIN OG KORTINI
Í fleiri túsund ár hava vit kannað og niðurfelt jørð­
ina á kort. Upprunaliga við kortum og í nýggjari
tíðum við loftmyndum og fylgisveinamyndum hava
vit lýst hvørja bygd á jarðarskorpuni. Og tó er enn
nógv viðvíkjandi gongustjørnuni jørðini, sum vit
einki vita um. Hvat hendi í roynd og veru fyri fleiri
milliónum árum síðan? Hvat er tað, sum hendir nú?
Og hví hendir tað? Hetta eru spurningar, sum ikki
bara vísindafólk, men kanska eisini eg og tú fegin
vilja duga at svara.
Rúmdin – ein torfør gáta
Tá ið vit lesa um jørðina, sólina ella rúmdina, er nógv at
undrast á, t.d.: Hví eru stjørnurnar fleiri túsund ljósár burtur
frá jørðini? Hvussu varð rúmdin til?
Spurningar um rúmdina, og hvussu hon varð til, eru fram­
vegis torførir at svara. Eingi greið svar eru. Harafturímóti eru
fleiri ástøði, og hvønn dag ger granskingin framstig.
Big Bang
Nú á døgum halda flestu granskarar, at rúmdin varð
til við eini øgiligari spreinging,
Big Bang
(Bresturin
Mikli)
, sum var fyri um leið 13,7 milliardum árum
síðan. Tá vórðu minstu lutirnir í rúmdini til. Burtur
úr teimum komu so líðandi
stjørnur (sólir)
og
stjørnu­
breytir
. Ein stjørnubreyt er ein ómetaliga stór stjørnu-
oyggj.
Fleiri milliardir stjørnubreytir eru í rúmdini, og fleiri
milliardir stjørnur eru í hvørjari stjørnubreyt. Sól okkara er
ein lýsandi stjørna, og hon er í einari stjørnubreyt, sum verður
nevnd
vetrarbreytin
. Fjarstøðan millum einstakar stjørnur og
millum ymsar stjørnubreytir er ógvuliga stór.
Jørðin og kortini
Ein spiralstjørnubreyt eins og egna
vetrarbreyt okkara, avmyndað við Hubble-
stjørnukikaranum. Stjørnubreytin er 10
milliónir ljósár frá jørðini.
I,II-1,2,3,4,5,6,7 9,10,11,12,13,14,15,16,17,18,...124
Powered by FlippingBook