Landafrøði 1 - page 14

14
JØRÐIN OG KORTINI
21. desember er
vetursólstøða
. Tað er, tá ið norðara hálva hellir mest
burtur frá sólini. Tá er stytsti dagur hjá okkum á norðaru hálvu.
Tá ið norðara hálva hellir móti sólini, raka fleiri sólstrálur á her, og
tá er summar hjá okkum. Norðan fyri pólkringin sær sólin sjálvt um
náttina. Hetta verður nevnt
midnáttarsól
.
21. juni er
summarsólstøða
. Tá vendir norðara hálva mest móti sólini,
og tá hava vit
longsta
dag
við flestu ljósum tímum í samdøgrinum her
norðanfyri. Samstundis er kaldast og myrkast á sunnaru hálvu.
Um várið og um heystið er jørðin á veg móti ávikavist summari
ella vetri í ringrásini um sólina. Tá ið jørðin er neyvt mitt ímillum
vetrarsólstøðu og summarsólstøðu, eru
várjavndøgur
og
heystjavndøgur
.
Tá eru nátt og dagur líka long um alla jørðina, og sólarljósið røkkur frá
norðpólinum til suðurpólin.
Tá ið sólin er í senit
Kring alla jørðina er eitt øki, har sólin kann standa í senit, t.e. hægst á
himni (sí mynd á bls. 13). Tá eru eingir skuggar, og tað gerst ógvuliga
heitt.
Við miðkringin stendur sólin í senit klokkan tólv tvær ferðir um
árið, fyrst um várjavndøgur og síðan um heystjavndøgur. Tað norðasta
markið, har sólin kann standa í senit, eitur norðursólkringur, og tað
sunnasta eitur suðursólkringur.
Förslagsvis
nytt foto in
Pýramidan El Castillo í gamla maya-
býnum Chichén Itzá í Meksiko. Tá ið
sólin setur um várjavndøgur og um
heystjavndøgur, og skuggarnir falla,
kemur fram ein rullandi ormur eftir
trappuvegginum (skákvegismynstur
vinstrumegin í myndini). Ormurin
ímyndar gudin fyri fruktabari,
Quetzalcóat.
I...,4,5,6,7,8,9,10,11,12,13 15,16,17,18,19,20,21,22,23,24,...124
Powered by FlippingBook