Landafrøði 1 - page 19

JØRÐIN OG KORTINI
19
Tíðarsonur
Fyri at gera tað lættari at máta tíðina, er jørðin býtt upp í 24 tíðarsonur.
Tíðarsonurnar vórðu gjørdar út frá nulllongdarlinjuni. Hendan tíðar-
sonan eitur Greenwich Mean Time, vanliga stytt GMT.
Sonurnar ganga norður og suður. Í hvørjari sonu er sama tíð galdandi.
Tað hevur við sær, at vit í Føroyum hava somu tíð sum t.d. Vesturafrika.
Ein tími er vanligamillum sonurnar. Fert tú eystureftir til eina nýggja
tíðarsonu, mást tú flyta klokkuna ein tíma fram. Fert tú harafturímóti
vestureftir, mást tú flyta klokkuna ein tíma aftur. Hetta er so, tí at sólin
rísur í eystri og setur í vestri, og tað hevur við sær, at dagurin byrjar
eystanfyri.
Tíðarsonurnar fylgja ikki heilt longdarlinjunum, tí tíðarsonurnar
eru ofta lagaðar til landamørkini hjá einstøku londunum av praktiskum
ávum. Tó hava stór lond fleiri tíðarsonur. Í USA eru t.d. fýra tímar á
muni millum eysturstrondina og vesturstrondina.
Lítla landiðNepal hevur valt eina tíð, sum er 15minuttir frá indiskari
tíð, fyri at vísa sjálvræði sítt mótvegis stóra landinum sunnanfyri.
Vit skifta dagfesting á dagslinjuni, sum fer suður ígjøgnum Kyrra­
hav. Dagslinjan er við 180 stig, men í veruleikanum smýgur dags-
linjan seg nakað kronglut ímillum ymsar oyggjabólkar, tí tað er
óhóskandi um somu tíð at hava ymiskar dagfestingar í sama landi.
Hvussu nógv er klokkan í
New York, Tokyo og New
Delhi, tá hon er 12:00 í
Føroyum?
?
-4:30
-11
-12
-10 -9 -8 -7 -6 -5 -4 -3 -2 -1 0
Tíðarmunir
+1 +2 +3 +4 +5 +6 +7 +8 +9
-11
-12 +12
+11
+10
+12
+11
1
0
2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12
klokkuslag
13 14 15 16 17 18 19 20 21
1
0 24
23 22
24
23
-3:30
+3:30 +4:30
+5:30
+5:30
+9:30
+13:00
+6:30
+5:45
+8
+6
0
+1
altjóða dagslinjan
altjóða dagslinjan
miðkringur
miðkringur
tá ið farið verður eystur um dagslinjuna:
tak 24 tímar frá
tá ið farið verður vestur um dagslinjuna:
legg 24 tímar afturat
Tórshavn
Singapore
Edmonton
Los Angeles
Mexico City
NewYork
Rio de Janeiro
Buenos Aires
Dakar
Johannesburg
London
Moskva
Kairo
Mumbai
Beijing
Tokyo
Perth
Sydney
I...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...124
Powered by FlippingBook