Landafrøði 1 - page 21

JØRÐIN OG KORTINI
21
Eitt kort kann heldur ikki gerast púra rætt. Tað ber nevniliga ikki
til at avmynda runda skapið á jørðini á einum sløttum pappíri uttan
skeivleikar. Annaðhvørt verður støddin á meginlondunum ella skapið á
teimum teknað skeivt, ella verður frástøðan millum londini skeiv, ella
eisini verða vinklar í knattnetinum á kortinum ikki rættir.
Ímynda tær, at tú flysur eina appilsin, og at tað eydnast tær at fáa alt
skalið av í einum. Royn síðan at trýsta skalið niður á eitt borð. Tað ber
ikki til, uttan at skalið skrædnar ella broytir skap. Á sama hátt er tað við
jarðarýtuni, tá ið hon verður avmyndað á einum pappíri.
Niðurfellingar – ymsir hættir at avmynda jørðina
Fyri at fáa so brúkilig kort sum møguligt brúka vit ymsar niðurfell­
ingar. Við eini niðurfelling tekna vit rúmliga skapið av jørðini niður á
eitt pappír. Tað ræður um at velja ta niðurfellingina, sum passar best til
tað, sum kortið er ætlað til.
Skalt tú stýra einum skipi ella fylgja eini kós á einum korti, má kortið
vera vinkulsatt, t.v.s. at vinklarnir millum støðini mugu passa. Tað er
nevniliga neyðugt fyri at finna kósina á kumpassini út frá kortinum.
Mercator niðurfellingin er ein kend vinkulsonn niðurfelling. Hon
verður eisini viðhvørt brúkt at avmynda heimspartarnar, hóast megin­
londini fáa skeivt skap og skeiva stødd.
Um vit skulu samanbera støddirnar á londum, er betri at brúka
eitt kort, har víddirnar á hvørjum landi eru rættar. Eitt dømi er Peters
niðurfellingin. Hon er víddarsonn, men vinklarnir passa ikki.
Á flestu heimskortunum um okkara
leiðir liggur Evropa miðskeiðis í korti-
num og norður er uppeftir. Heimurin
sær øðrvísi út, um t.d. Avstralia er í
miðjuni og suður er uppeftir.
Miðkringur
Suðursólkringur
Norðursólkringur
Norðurpólkringur
OSIANIA
SUÐURAMERIKA
NORÐURAMERIKA
AFRIKA
AS I A
EVROPA
Indiahav
Kyrrahav
Íshav
Atlantshav
Atlantshav
I...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...124
Powered by FlippingBook