Landafrøði 1 - page 40

40
JARÐARSKORPAN
VIT STEÐGA Á:
Krakatoa
Millum tær stóru oyggjarnar Java og Sumatra í Indonesia er lítla
oyggin Krakatoa Einaferð var hon óbygd oyggj við einum 800
metra høgum gosfjalli Her goysti í 1680, men fólk vóru síðani farin
at halda, at gosfjallið var óvirkið Í mai í 1883 hendi okkurt Roykur
og guva fóru at streyma úr rivunum í fjallinum, og tann 27 august
sprongdist tað Eldgosið helt á í tveir dagar og skræddi burtur
næstan alt gosfjallið Eftir var bara ein goskoppur 250 metrar undir
vatnskorpuni
Dunið frá Krakatoagosinum var kanska tað harðasta, sum
nakrantíð er hoyrt á jørðini Spreingingin hoyrdist í Perth í
Avstralia 3 500 km haðani Tað merkir, at um gosfjallið Vesuv í
Italia hevði havt eina líknandi spreinging, so høvdu vit hoyrt tað í
Føroyum og í Íslandi!
I...,30,31,32,33,34,35,36,37,38,39 41,42,43,44,45,46,47,48,49,50,...124
Powered by FlippingBook