Landafrøði 1 - page 47

JARÐARSKORPAN
47
Náttúrutilfeingi í undirgrundini
Í undirgrundini er nógv av heimsins týdningarmikla náttúrutilfeingi,
t.d. steinsløg við jarni, kopari, sinki og nikkli. Har er eisini kol, olja og
jarðgass.
Mesta náttúrutilfeingið í undirgrundini verður ikki endurnýggjað.
Tað merkir, at tað verður ikki gjørt um aftur og kann blíva uppi. Nær
tað verður, veit eingin. Vit vita ikki um alt náttúrutilfeingið, sum er í
jørðini, t.d. vita vit lítið um alt tað, sum fjalir seg undir havbotninum.
Nógv náttúrutilfeingi í undirgrundini verður brúkt til orku og at
gera ymsar ídnaðarvørur. At vinna gass og olju úr undirgrundini er ein
stórur ídnaður í Noregi. Í Føroyum eru higartil fleiri royndir gjørdar
at bora eftir olju og gassi. Í Noregi og Svøríki eru harumframt eisini
fleiri jarnnám; eitt tað størsta jarnnámið í Evropa er í Norðursvøríki í
býnum Kiruna.
Jarnnám í Kiruna í Svøríki
I...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...124
Powered by FlippingBook