Landafrøði 1 - page 57

JARÐARSKORPAN
57
Leysu
jar
ðløgini
Jør
ðildi
Hella
Svartamold
Fínkorna
ð
jarðløg
Leysu
jar
ðløgini
Jør
ðildi
meginpartin av árinum, og plantuleivdir verða bara lutvíst til lívrunnið
moldevni,
humus
. Følnaðar plantuleivdir hópa seg upp í jørðini, sum
frá líður, og verða til
mógv
, sum er tjúkk lívrunnin jarðløg.
Í gomlum døgum høvdu øki við tjúkkum mógvi stóran týdning í
Føroyum. Har skóru fólk torv og fingu á tann hátt brenni til matgerð
og til at hita húsini. Leivdirnar av torvskurði síggjast í haganum um allar
Føroyar, ofta sum smáir avlangir hyljar ella lægdir við beinum kantum.
Jørðildi
Tað ovasta leysa jarðlagið er
jørðildi
. Ovast í jørðildinum er
moldin
,
sum er blandað leys jørð og humus. Ofta er jørðildi um leið ein metur
tjúkt. Jørðildi og leysu jarðløgini eru avgerandi fyri, um plantur vaksa,
og hvussu lendið kann verða nýtt. Summi støð hóska væl at velta, og
onnur eru betri sum beitilendi til seyð og neyt.
Jørðildið í Føroyum er ofta lítið umgjørd fjallajørð við meiri og
minni mógvi í. Nógvastaðni hóskar jørðin best til gras.
Svartamold
er annað slag av jørðildi. Tað er vanligt á teim stóru
grasslættunum í Miðevropa og á preriuni í Norðuramerika. Fínkornað
jarðløg og mold geva her fruktagóða jørð, sum er millum ríkastu
landbúnaðarøki í heiminum.
Í partinum “Jørð, matur og landslag” í Landafrøði 2 kanst tú lesa
meira um, hvussu fólk brúka lendið.
Hvørji eyðkenni hava leysu jarðløgini har um leiðir, sum tú býrt?
Hvat verður lendið nýtt til?
?
I...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...124
Powered by FlippingBook