Landafrøði 1 - page 58

58
JARÐARSKORPAN
Burðardyggmenning
Fyri at vit kunnu nýta heimsins tilfeingi skilabetri enn higartil, hava flestu
heimsins lond avgjørt, at vit skulu stremba eftir burðardyggari menning.
Burðardygg menning er eitt hugtak, sum kom fram í áttatiárunum.
Tá kom ST við frágreiðingini “Felags framtíð okkara” ella “Brundtland­
frágreiðingini”, sum hon eisini verður nevnd. Í frágreiðingini stendur,
at burðardygg menning er menning, sum “… varðar um dagsins tørv
uttan at hótta møguleikarnar hjá komandi ættarliðum at varða um sín
tørv”. Tað vil siga, at hvørja ferð vit brúka eitt tilfeingi, sum bara er til
í avmarkaðari nøgd, mugu vit hugsa um møguligu avleiðingarnar fyri
komandi ættarlið.
Í byrjanini snúði burðardygg menning seg mest um náttúru og
umhvørvi. Hvussu skulu vit varðveita jørðina, samstundis sum vit
troyta tilfeingið? Seinni eru eisini spurningar sum rættvísi og javnlíki
millum fólk vorðnir partar av hugtakinum burðardygg menning. Tað er
t.d. umráðandi fyri burðardygga menning, at friður valdar í heiminum,
og at heimsins tilfeingi verður býtt nøkulunda rættvíst. Búskaparligir
spurningar hava tí eisini áhuga.
Burðardygg menning fyri øll
Hóast nógv halda, at vit eiga at varða um heimsins tilfeingi, so eru øll
ikki samd um, hvat burðardygg menning er. Hvussu vita vit, hvat er
burðardygt? Hvat er tørvur og hvat er ikki tørvur?
Summi halda, at Brundtlandfrágreiðingin í alt ov stóran mun
tekur støði í menningini í vesturheiminum, sum leingi hevur trároynt
náttúrutilfeingi fyri at byggja upp sítt ríkidømi. Tá ið fátæku londini
royna at gera tað sama, verða tey lastað fyri ikki at taka neyðug atlit til
umhvørvið. Hetta er órættvíst, halda tey. Fátæk lond mugu eisini fáa
møguleika til at bøta um síni lívskor.
Agenda 21
Fimm ár eftir, at frágreiðingin varð kunngjørd, skipaði ST fyri ráðstevnu
um burðardygga menning í Rio de Janeiro í Brasil. Eftir ráðstevnuna
løgdu tey fram eina ætlan, sum fekk heitið
Agenda 21
. Talið 21 stendur
fyri 21. øld. Millum átøkini á listanum vóru at basa heimsins fátæka-
dømi, at varða um heimsins tilfeingi og at virka fyri betri umhvørvi. Í
Føroyum hava kommunur og landsstýrið stovnað eina Agenda 21 skriv-
stovu, sum veitir ráð um burðardygga menning.
Hvat sigur hugtakið
burðardygg menning
tær? Hvønn tørv metir tú
vera mest grundleggjandi
fyri teg, og hvussu vilt tú
nøkta hann?
Hugsa um:
hvussu kunnu
vit sameina burðardygga
menning og spurningar
um rættvísi og javnlíki?
Kanna:
Hvussu arbeiðir tín
kommuna við Agenda 21?
?
Í Guandong-landslutinum í Kina arbeiða fleiri
enn 100.000 fólk við at endurnýta gamlar teldur
og onnur elektrisk tól.
I...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...124
Powered by FlippingBook