Landafrøði 1 - page 64

64
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Hvat ávirkar veðurlagið
Veðurlagið broytist alla tíðina. Í fleiri túsund ár er veðurlagið skiftandi
vorðið kaldari og heitari, turrari og vátari. Nú á døgum eru tekin um, at
veðurlagið gerst heitari, men tað er ilt at vita, í hvønn mun broytingarnar
eru natúrligar ella av menniskjaávum.
Natúrligar veðurlagsbroytingar standast fyrst av broytingum í rásini
hjá jørðini kring sólina, áshalli og fjarstøðu til sólina. Í einum 100.000
ára longum tíðarskeiði broytist ringrásin hjá jørðini kring sólina frá
einum ellipsuskapi til sirkulskap. Tá rásin er ellipsuskapað, kemur
jørðin nærri sólini, og veðurlagið gerst heitari. Tá rásin er sirkulskapað,
er øvugt. Jørðin fer tá longri burtur frá sólini, og veðurlagið gerst kaldari.
Vit lósu í partinum“Jørðin og kortini” umhallið á jarðarásinum. Hallið
hevur stóran týdning fyri veðurlagið, sum broytist nakað eftir 41.000 ár í
ringrás. Vanliga er tað so, at júminni hallið er, jú kaldari verður veðurlagið.
Veðurlagsbroytingar, elvdar av menniskjum, standast í fyrstu syftu av
øktum útláti av vakstrarhúsgassi. Tá ið vit brenna olju, gass og kol, lata
vit út stórar nøgdir av carbondioxid. Tað, sum náttúran ikki megnar at
taka ímóti av hesum mongdum, endar í lofthavinum, har tær økja um
vakstrarhúsárinið. Tú kanst lesa meira um, hvussu vit menniskju ávirka
veðurlagið seinni í hesum partinum.
Norðlýsið í Føroyum sæst best
um veturin.
I...,54,55,56,57,58,59,60,61,62,63 65,66,67,68,69,70,71,72,73,74,...124
Powered by FlippingBook