Landafrøði 1 - page 70

70
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Avfall
Avfall ávirkar eisini veðurlagið á staðnum. Tað kann koma sum regn
(vatn), kavi (ískrystall) ella heglingur (ískúlur).
Vatnringrásin
Vatn er vanligasta evnið á jørðini. Meira enn 70% av jarðarýtuni er
undir vatni, sum verður ført runt í eini varandi ringrás.
Tað eru heitu geislarnir frá sólini og tyngdarkraftin, sum skapa hesa
ringrás. Tá ið hav og vøtn verða hitað, guvar vatn og gerst til damp. Tað
er, júst sum tá ið vit kóka vatn. Jú heitari vatnið verður, jú meira guvar.
Dampurin er úr vatnmýlum í milliardatali, sumheit luft ber uppeftir.
Heit luft kann hava fleiri vatnmýl í sær enn køld luft.
Tá ið tann heita luftin verður borin uppeftir, kólnar hon. Vatnmýlini
Monsunregn elvir ofta til vatnflóð.
Her stríðir ein maður seg fram við
hýrusúkklu síni ígjøgnum vatnflóðina
í Manilla í Filipsoyggjum.
I...,60,61,62,63,64,65,66,67,68,69 71,72,73,74,75,76,77,78,79,80,...124
Powered by FlippingBook