Landafrøði 1 - page 67

VEÐURLAG OGVØKSTUR
67
Hátrýst og lágtrýst
Luftin í lofthavinum elvir við tyngd síni til eitt støðugt trýst hjá okkum
– t.e.
lufttrýst
. Viðhvørt er lufttrýstið høgt, og viðhvørt er tað lágt.
Tá ið jarðarýtan verður upphitað, verður eisini luftin heitari. Tá gerst
hon lættari og fer uppeftir. Hetta elvir til minni trýst á jarðarýtuni, –
vit fáa eitt
lágtrýst
. Í staðin fyri ta luftina, sum fer uppeftir, streymar
inn onnur luft frá økjum við hægri trýsti. Jú størri trýstmunurin er, jú
meira vind fáa vit.
Luftin, sum fer uppeftir, kólnar. Tá hon røkkur ovara partin í lág­
hválvinum, er hon vorðin so køld og tung, at hon søkkur aftur. Hetta
økir trýstið niður ímóti jarðarýtuni, – og vit fáa
hátrýst
. Luftin streymar
frá hátrýsti til lágtrýst sum vindur. Tó streymar vindurin ofta ikki beint
ímóti einum lágtrýsti. Við tað at jørðin melur um sín egna ás, verða
vindar bendir av meldrinum. Á norðaru hálvu verða vindar bendir til
høgru, og á sunnaru hálvu verða vindar bendir til vinstru.
Ymsar vindskipanir
Tá ið talan er um ætt, hevur býtið millum land og hav stóran týdning.
Landýtan verður bæði hitað og køld skjótari enn vatn, og hetta elvir til
ymiskt lufttrýst yvir land og hav. Úrslitið er ymsir vindar.
Fjøll ávirka eisini vindar. Høgar fjallarøðir tálma vindum ella broyta
ættina.
Øll hesi viðurskifti bera við sær, at vit hava ymsar vindskipanir á
jørðini.
Passatur gevur svala
Tá ið sólin við miðkringin hitar luftina, gerst luftin lættari og tekur
seg uppeftir. Í staðin fyri luftina, sum á henda hátt hvørvur, rekur inn
onnur luft frá økjunum við sólkringarnar. Við tað at jørðin melur,
streyma vindarnir úr landnyrðingi á norðaru hálvu og úr landsynningi
á sunnaru hálvu. Hesir vindar eita
passatvindar
ella passatar. Nógv
halda, at teir eru makligir. Passaturin er ongantíð serliga hvassur, og
hann gevur svala í økjum, sum annars eru ógvuliga heit (sí bls. 14).
Tá ið luftin frá miðkringinum kemur út til sólkringarnar, søkkur
hon aftur fyri at koma í staðin fyri ta luftina, sum blæsur inn ímóti
miðkringinum. Eitt hátrýst verður til. Tá ið luftin søkkur, gerst hon
heitari. Heit luft kann hava meiri vatnguvu í sær enn køld luft. Tí
regnar so sjáldan í økjunum við sólkringarnar.
1030mb
1026mb
H
995mb
1001mb
L
Tá ið luftin verður hitað, verður hon
løtt og fer uppeftir. Tá minkar trýstið
á jarðarýtuna. Vit fáa lágtrýst. hPa
merkir hektopaskal og er ein eind fyri
lufttrýst.
Køld luft søkkur, og hetta økir trýstið
niður á jarðarýtuna. Vit fáa hátrýst.
I...,57,58,59,60,61,62,63,64,65,66 68,69,70,71,72,73,74,75,76,77,...124
Powered by FlippingBook