Landafrøði 1 - page 76

76
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Pólveðurlag – ísur og tundra
Póløkini,
Arktis
og
Antarktis
, eru heimsins kaldastu øki. Tey eru ímill-
um pólkringin og pólin á norðaru og sunnaru hálvu.
Póløkini hava
pólveðurlag
. Hetta hevur við sær, at veturin er langur,
myrkur og kaldur, og summarið er stutt, ljóst og svalligt. Miðalhitin í
heitasta mánaði er lægri enn +10°C, og ofta er hitin munandi lægri. Um
veturin er ofta -40°C ella kaldari.
Tá ið summarið er so kalt og stutt, bráðnar ikki allur vetrarkavin
burtur. Har, sum kavin verður liggjandi, verður hann til ís. Tá ið
ísurin er vorðin nóg tjúkkur, fer hann spakuliga á glið. Hetta nevna vit
skriðjøkul
.
Ein skriðjøkul, sum er tjúkkur og ógvuliga stórur, verður nevndur
innlandsísur
. Í dag eru bara tveir innlandsísar í heiminum: í Grønlandi
og í Antarktis.
Tá ið ein skriðjøkul ella innlandsísur kemur móti sjóvarmálanum,
kunnu stór stykki brotna burturav og verða til
ísfjøll
. Meginparturin av
einum ísfjalli er undir vatnskorpuni.
Arktis
Póløkið á norðaru hálvu nevna vit Arktis. Tveir triðingar av Arktis er
hav, sum vit nevna Íshavið. Her er heimsins størsta oyggj, Grønland,
sum næstan øll er fjald undir ísi.
Í juli er summar í Arktis. Tá hvørvur kavin og ísurin summastaðni.
Men alt lendið, uttan tað allar ovasta lagið, er altíð fryst.
Fólk hava búð í Arktis í fleiri túsund ár. Fyrr búðu flestu fólkini
á ódyrkaðum búplássum og livdu av at fiska og veiða eitt nú kóp,
roysning, hval og hvítabjarnir. Í dag búgva flestu fólkini í Arktis í býum
og bygdum í Grønlandi og Norðurkanada.
Antarktis
Á sunnaru hálvu er póløkið meginland, sum vit nevna Antarktis. Land-
ið er mestsum fjalt undir kava og ísi, og uttanum er vítt hav, sum byrgir
Antarktis av frá umheiminum.
Fólk hava ongantíð búð fast í Antarktis. Bítandi kuldi forðar fyri, at
fólk kunnu hava fast tilhald har.
Eingin eigur Antarktis, men nógv lond hava granskingarstøðir
har, teirra millum Noreg, Svøríki, Finnland, Argentina og Nýsæland.
Vísindafólk kanna plantur og dýr á landi og sjógvi. Tey kanna eisini
Antarktis er meginland við høgum
fjøllum. Fram við landi støðast ping-
vinir. Umframt í Antarktis eru tær
eisini í Nýsælandi, Suðurafrika og
sunnast í Suðuramerika.
I...,66,67,68,69,70,71,72,73,74,75 77,78,79,80,81,82,83,84,85,86,...124
Powered by FlippingBook