Landafrøði 1 - page 86

86
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Oyðimarkarveðurlag – oyðimørk og hálvoyðimørk
Nógvastaðni í heiminumer ótrúliga turt. Viðhvørt gangamong ár millum
regnælini, og summastaðni regnar mestsum ongantíð. Veðurlagið her
nevna vit
oyðimarkarveðurlag
, og vakstrarøkið nevna vit
oyðimørk
.
Í oyðimørkini veksur nærum einki, tí her er so turt. Harafturímóti
regnar eitt sindur meira í eini
hálvoyðimørk
, og har er eisini nakað
av grasi, runnum og øðrum lágum vøkstri. Í landspørtum í USA og
Meksiko, ið hava oyðimarkarveðurlag, vaksa eitt nú kaktussar, sum
kunnu goyma vatn í sær, og soleiðis nýta tað eftir tørvi. Eisini í eitt
nú Saharaoyðimørkini eru oasur, har dadlupálmar vaksa. Í oasunum er
so mikið stutt niður til grundvatnið, at pálmarøturnar røkka niður til
vatnið.
Flestar oyðimerkur við sólkringarnar
Oyðimarkarveðurlag er bæði í køldum og heitum heimspørtum. Men
flestu oyðimerkurnar eru við sólkringarnar, tí har er ógvuliga heitt og
turt nærum allastaðni (sí bls. 74–75).
Størsta oyðimørkin á jørðini er Sahara, sum røkkur tvørtur um alt
Norðurafrika og er næstan sum USA til víddar. Oyðimerkur eru eisini
fram við suðuramerikonsku vesturstrondini, hóast hetta økið er út móti
havinum. Tað er, tí at bæði havið og luftin út fyri strondina eru køld. Í
tí køldu luftini er næstan eingin væta. Tá verða eingi skýggj, og uttan
skýggj verður einki regn. Tað sigst, at í 1971 regnaði fyri fyrstu ferð í
meiri enn fýra hundrað ár einastaðni í Atacamaoyðimørkini í Kili.
Oyðimerkur í regnskugganum
Fleiri oyðimerkur eru í køldum økjum undir stórum høgum fjøllum
langt burtur frá sjónum. Í Asia norðan fyri fjallgarðin Himmalaia
eru tvær av heimsins stóru oyðimørkum: Gobi oyðimørkin og Takla
Makan. Vindur ber luftina upp um Himmalaiafjøll, og á hesi ferðini
kólna skýggini og missa alla vætuna. Tá ið luftin kemur niður aftur
hinumegin fjallarøðina, er eingin væta eftir, og økið gerst fullkomiliga
turt. Hetta fyribrigdið nevna vit
regnskuggar
, og oyðimerkurnar í regn-
skugganum eru ógvuliga turrar (sí bls. 72).
Í hesum oyðimørkum er stórur hitamunur á sumri og vetri. Um
summarið kann tað gerast heitari enn +30°C og um veturin fer kuldin
niður í –30°C.
Í USA og Meksiko eru eisini oyðimerkur, sum eru í skugganum av
høgum fjallagørðum. Stór turr øki eru eitt nú millum fjallarøðirnar
Rocky Mountains og Sierra Nevada.
Flestu oyðimerkur eru hella, grót og
grús, sum her sunnarlaga í Marokko.
Dromedarar hava leingi havt stóran
týdning fyri fólk í oyðimørkum, bæði
til flutning og at útvega mjólk og kjøt.
I...,76,77,78,79,80,81,82,83,84,85 87,88,89,90,91,92,93,94,95,96,...124
Powered by FlippingBook