Landafrøði 1 - page 96

96
VATNIÐ Á JØRÐINI
Sjógvur verður til feskt vatn
Tá ið vit vita, at 98% av heimsins vatni er sjógvur, sum hvørki kann
verða nýttur til drekkivatn ella til dyrking, skilja vit betur vatntrotið
í nógvum londum. Tað ber sjálvandi til at avsalta sjógv og á tann hátt
gera sjógv til feskt vatn, men tað er dýrt. Ein vanligur háttur er at hita
sjógvin, so hann dampar. Síðan verður dampurin køldur og verður so
til feskt vatn. Hetta er, sum tá ið vatn er í umferð í natúrligu vatnring-
rásini.
At avsalta sjógv krevur nógva orku. Tí eru tað fyrst og fremst lond
við olju ella jarðgassi, sum hava ráð at gera hetta.
Størsta vatnið í Føroyum er í Vágum.
Tað verður nevnt bæði Leitisvatn
og Sørvágsvatn. Vatnið verður nýtt
sum drekkivatn og er so statt størsta
drekkivatnsgoymsla í landinum.
Hvat er grundvatn?
Hví er grundvatn so
týdningarmikið?
?
I...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...124
Powered by FlippingBook