Landafrøði 1 - page 104

104
VATNIÐ Á JØRÐINI
Sjóvarfalsorkuverk
Fyri at gagnnýta kraftina í sjóvarfallinum hava tey í summum lond­
um bygt sonevnd sjóvarfalsorkuverk í smølum víkum og áarósum.
Har er kraftin frá flóð og fjøru størst, tí stórar vatnmongdir trýsta
seg inn og út gjøgnum tær smølu smogurnar.
Fyrsta sjóvarfalsorkuverkið varð bygt í Rance-áarósanum í Frak­
landi.
Aldur
Aldur koma í, tá ið vindurin fær vatnskorpuna at røra seg. Er lítil
vindur, verða bara smáar aldur í sjónum. Tá ið vindurin veksur, verða
aldurnar alsamt størri, og tað fer at hvítna á aldukambunum. Tað er
júst tað sama, sum tá ið mjólk verður pískað. Luftin verður pískað
inn í vatnið, og vatnbløðrur verða til skúm. Jú meira vindur er, jú
meira skúm verður.
Aldurnar fylgja ættini. Men sjógvurin flytur seg ikki frameftir,
hóast tað sær soleiðis út. Í staðin flytur hann seg í ein sirkul í og
undir alduni.
Tsunami – ræðandi flóðalda
Gos og jarðskjálvtar á havbotninum kunnu elva til ovurstórar aldur,
sonevndar
flóðaldur
ella
tsunami
. Tær flyta seg skjótt yvir havið.
Alduferðir hava verið máldar til 750 km/t. Úti á havinum eru aldur-
nar bara hálvan metur høgar, men tá tær koma at landi og verða
steðgaðar, vaksa tær og kunnu verða meira enn 20 metrar høgar.
Síðani stoyta tær seg við eini øgiligari kraft inn yvir land og kunnu
oyðileggja alt, sum fyri er.
26. desember í 2004 var ein jarðskjálvti vestan fyri indonesisku
Vindur fær sjógvin at røra seg. Sjógvurin flytur seg tó ikki frameftir við vindinum,
men í ein sirkul í og undir alduni.
I...,94,95,96,97,98,99,100,101,102,103 105,106,107,108,109,110,111,112,113,114,...124
Powered by FlippingBook