Landafrøði 1 - page 113

VATNIÐ Á JØRÐINI
113
Viktoriavatn
Tað størsta vatnið í Afrika eitur
Viktoriavatn
, eisini nevnt
Nyanza
.
Vatnið haðani rennur gjøgnum
Nilá
út í Miðjarðarhav. Nógvur fisk­
ur er í Viktoriavatni. Tað hevur eisini stóran týdning sum farleið
millum londini Kenja, Uganda og Tansania.
Fyri at fáa meira burtur úr fiskivinnuni varð eitt nýtt fiskaslag
slept út í Viktoriavatn í 1950-árunum. Tað var nil-áburran, sum ikki
hevði verið í vatninum áður. Nil-áburran treivst væl, og nógv meira
varð nú fiskað. Men seinni vísti tað seg, at nógv onnur fiskasløg
minkaðu í staðin. Hetta vóru fiskasløg, sum fiskimenninir, ið búðu
fram við vatninum, fiskaðu við smáum útróðrarbátum. Í staðin
komu stór fiskiskip langvegis frá at fiska nil-áburruna.
Í Viktoriavatni trívist ein vatnplanta, ein hýasint, sum helst er
komin úr einum urtagarðshyli. Hesin vøksturin flýtur omaná og
fjalir stórar partar av vatninum. Tað ger, at bátar illa fáa siglt. Men
nú er eitt skordýraslag sett út, sum etur hesa vatnplantuna, og tí er
ikki so nógvur ampi av henni longur.
Manngjørd vøtn
Nógv manngjørd vøtn eru kring allan heim. Aloftast eru tey vorðin
til av stórum byrgingum í sambandi við vatnorkuverk. Fyri at fáa
nógv vatn at reka turbinurnar, verður tað savnað í eitt manngjørt
vatn við tilknýti til orkuverkið. Hesi vøtnini kunnu vera smá, men
tey kunnu eisini vera ógvuliga stór. Karibavatn er eitt dømi um
eitt stórt manngjørt vatn. Tað er á markinum millum Sambia og
Simbabvi í Afrika og varð til, tá ið ein byrging varð sett í Zambeziá.
Karibavatn er meira enn 220 km langt og 40 km breitt, har tað er
breiðast. Størsta dýpið er 97 metrar. Voltavatn í Gana er enn størri.
Tað er einar seks ferðir so stórt sum Føroyar.
Finn nøkur dømi um, hví áir og vøtn
hava so stóran týdning fyri menniskju.
?
I...,103,104,105,106,107,108,109,110,111,112 114,115,116,117,118,119,120,122-123,124
Powered by FlippingBook