Landafrøði 1 - page 105

VATNIÐ Á JØRÐINI
105
oynna Sumatra. Skjálvtin máldi 9,0 á Richterstiganum. Fáar tímar
seinni høvdu stórar flóðaldur rakt ellivu lond kring Indiahav. Hægstu
aldurnar vóru helst 25 metrar høgar. Millum 250.000 og 300.000 fólk
lótu lív. Teirra millum vóru næstan 900 ferðafólk úr Norðurlondum.
Fimm milliónir gjørdust heimleys.
Flóðaldur eru vanligast í Kyrrahavsøkinum. Seinasta vanlukkan í Indiahavi skundaði
undir arbeiðið at byggja upp eina ávaringarskipan, sum vónandi tryggjar, at fólk náa
at bjarga sær, áðrenn aldurnar koma.
Myndin vísir eina kvinnu, sum
savnar saman ting síni eftir
flóðalduna í 2004, sum legði heim
hennara í Suðurindia í oyði.
Leiðin hjá flóðalduni
Vanlig vatnstøða
Alduhædd
I...,95,96,97,98,99,100,101,102,103,104 106,107,108,109,110,111,112,113,114,115,...124
Powered by FlippingBook