Landafrøði 1 - page 110

110
VATNIÐ Á JØRÐINI
Áir geva fruktagott lendi
Vatnið í so at siga øllum áum er feskt. Tí hava áirnar alstóran týdning
fyri menniskju, plantur og dýr. Hetta ber í sær, at ein stórur partur av
øllum fólkum á jørðini býr nærindis stórum áum. Í áunum ber til at
fiska, og lendið við áirnar er fruktagott. Har ber til at velta mangt og
hvat, og nógvastaðni ber eisini til at leiða vatn úr áunum gjøgnum veitir
út á akrarnar.
Nógvastaðni í heiminum eru týðandi mentanir sprotnar úr
landbúnaðinum í áardølum; t.d. tann sumeriska mentanin, ið verður
hildin at vera tann elsta hámentanin í søguni. Sumeriska fólkið livdi
fyri meira enn 4.000 árum síðani í Mesopotamia við áirnar Evfrat og
Tigris í tí landinum, sum nú eitur Irak. Indusdalurin í landinum, sum
nú eitur Pakistan, er eitt annað dømi um eitt øki, har fólk hava livað av
framkomnum landbúnaði í nógv túsund ár.
Áir hava eisini stóran týdning sum farleiðir hjá bæði fólki og farmi.
Nakrar av teimum størstu áunum í verðini
LONGD
LAND / LOND
Amazoná
7.025 km Peru, Brasil
Nilá
6.670 km Uganda, Etiopia, Sudan, Egyptaland
Chang Jiang
6.300 km Kina
Mississippi
5.970 km USA
Jenisej
5.540 km Russland
Ob
5.410 km Russland
Huang He
4.840 km Kina
Kongoá
4.700 km Sambia, Kongo
Vert er at hava í huga, at tað kann
vera so ymiskt, hvussu long ein á
verður søgd at vera. Hetta kemur
m.a. av tí, at tað kann vera torført at
vita, hvar ein á byrjar. Viðhvørt siga
tey, at áin byrjar har, sum keldan er
til høvuðsánna, og viðhvørt, at tað er
har, sum keldan er til eina hjáá.
Ein á kann eisini broyta legu og
gerast longri ella styttri. Hetta ger,
at stundum verður Amazoná søgd at
vera longsta á í verðini, og stundum
Nilá.
Amazoná
Amazoná
er helst heimsins longsta á. Hon er um leið 7.000 km long.
Harafturat er hon ein av heimsins vatnríkastu áum. Hon hevur vanliga
hundrað ferðir so nógv vatn sum Nilá, sum er nøkulunda líka so long
og fær vatn sítt úr einum øki, sum er meir enn tríggjar ferðir so stórt
sum alt Grønland.
Av tí at áin er so breið og djúp kunnu smá skip sigla inn til býin
Manaus, langt inni í regnskóginum. Smá skip, sum ikki stinga so djúpt,
kunnu enntá sigla inn til býin Iquitos í Peru, 3.700 km frá strondini.
I...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...124
Powered by FlippingBook