Landafrøði 1 - page 100

100
VATNIÐ Á JØRÐINI
Tey fimmheimshøvini
Næstan alt vatnið á jørðini er í sjónum. Heimsins høv verða býtt upp
í fimm stór heimshøv og nøkur minni hjáhøv.
Hjáhav
er eitt hav, sum
hevur oyggjar ella landøki uttanum seg, men sum tó hevur samband
við stórt hav. Partar av høvum hava egin nøvn, eitt nú Norðurhav, sum
er partur av Atlantshavi, og Botnsvík í Eystarasalti.
Størst er Kyrrahav
Størsta heimshav er
Kyrrahav
, sum fevnir um helvtina av heimsins
høvum og ein triðing av allari jarðarýtuni. Nógvar oyggjar eru í syðra
parti í Kyrrahavi, og vit nevna ofta hetta økið „Suðurhøv“.
Kyrrahav er í veruleikanum ikki kyrt, sum navnið bendir á. Her eru
nógv gosfjøll, bæði á havsins botni og á oyggjum. Eldgos eru vanlig, og
viðhvørt rista jarðskjálvtar havbotnin. Her er ofta illveður, og tað stóra
havið kann vera ógvuliga vandamikið.
Í Kyrrahavi hevur fiskiskapur týdning fyri fólk, sum búgva fram
við strendurnar og á oyggjunum í Suðurhøvum. Olja og gass eru í
undirgrundini, men tað er torført at fáa hetta ríkidømið upp, tí havið
er so djúpt. Kyrrahav er tað djúpasta heimshavið.
Heimshøv
Miðkringur
Suðursólkringur
Norðursólkringur
N
o
r
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
S
u
ð
u
r
p
ó
l
k
r
i
n
g
u
r
Atlantshav
Atlantshav
Ind i ahav
Kyrra-
hav
K y r r a -
h a v
Íshav
Suðurhav
Beauforts-
hav
Barents-
hav
Svarta-
hav
Miðjarðarhav
Karibiahav
Meksiko-
flógvi
Wedells-
hav
Arabia-
hav
Bengal-
hav
Berings-
hav
Berings-
hav
Okhotsk-
hav
Japans-
hav
Suður-
kina-
hav
Javahav
Tasman-
hav
Koral-
hav
Timor-
hav
Hudson-
flógvi
Banda-
hav
Persa-
flógvi
Reyða-
hav
Sargasso-
hav
Eystara-
salt
Norð-
sjógvurin
I...,90,91,92,93,94,95,96,97,98,99 101,102,103,104,105,106,107,108,109,110,...124
Powered by FlippingBook