Landafrøði 1 - page 99

VATNIÐ Á JØRÐINI
99
gjørdar í eina felags vatnpumpu, ella har leiðingar føra vatn inn í hús,
fáa kvinnur ofta betri stundir til landbúnað ella at ganga í skúla.
Vatn ger mat
Tað virksemið, sum brúkar mest vatn í øllum heiminum, er vatnveiting
í veltum. Eini 70% av øllum vatni, sum fólk brúka, verður nýtt til vatn­
veiting. Vatnið verður tikið úr áum, byrgingum og vøtnum, umframt
at grundvatn verður pumpað upp.
Jørð, sum verður vatnað, gevur ofta nógvan ávøkstur, og hon kann tá
breyðføða nógv fólk. Tí eru vatnað øki, t.d. í Kina, India og Indonesia,
millum heimsins fjølbygdastu øki.
Vatnveitingin hevur elvt til, at matframleiðslan í heiminum er vaksin
nógv. Men vatn kann eisini spilla dyrkingarmøguleikar. Er vatnið salt,
kann saltnøgdin í jørðini økjast so nógv eftir fáum árum, at grøðin
ferst. Og verður vatnað alt ov nógv, kann bøurin gerast eitt díki.
Vatn – ein orka at gagnnýta
Ein annar stórbrúkari av vatni er ídnaðurin. Vatn verður brúkt bæði
í framleiðslu av ymsum slagi og í sambandi við vasking, skiljing og
køling.
Í rennandi vatni er eisini nógv orka, ein orka, sum kann vera ring at
tálma. Hetta kenna vit, – ikki minst í sambandi við vatnflóð. Tá kann
vatnið taka við sær hús, fólk og bilar á leiðini móti havinum.
Menniskju lærdu tíðliga at vinna orku úr vatni. Tey gjørdu vatn­
hjól, sum kundu dríva stórar hamarar í sambandi við eldsmíð,
umframt kvørnir at mala korn. Seinni lærdu fólk at gera elektriska orku
í vatnorkuverkum. Nú á døgum koma eini 6% av heimsins orku frá
vatnorkuverkum. Í Føroyum verða um leið 35–40% av elorkuni fram­
leidd úr vatni, men so hvørt sum vindmyllurnar økjast í tali, verður
eisini ein vaksandi partur av elorkuni framleidd úr vindi.
Hvaðani kemur vatnið úr tínum krana?
Hvat gerst tú fyri at spara vatn?
?
I...,89,90,91,92,93,94,95,96,97,98 100,101,102,103,104,105,106,107,108,109,...124
Powered by FlippingBook