Landafrøði 1 - page 91

JØRÐIN OG KORTINI
91
Fólkið í Tuvalu er tó heppið. Teir 11.800 íbúgvararnir á teimum 9 oyggju-
num hava fingið loyvi at flyta til Nýsælands, um hóttanin gerst veruleiki.
Fólk í øðrum hóttum heimspørtum hava ikki sama møguleika. Hvar skulu
teir 300.000 íbúgvararnir á Maldivoyggjum fara, um havið tekur oyggjar­
nar? Og hvagar skulu 150 milliónir fólk í Bangladesj rýma, um 60% av
landinum fer undir sjógv, sum ávísar útrokningarnar vilja vera við?
Fólkið á Tuvalu kennir seg hótt. Hægsta staðið á oynni
er bert 4,5 metrar yvir havið. Oyggjarnar byggja á koral­
riv, sum vaksa spakuliga, so hvørt sum havið fløðir.
Spurningurin er tó, um havið komandi árini fløðir
skjótari enn higartil, so oyggjarnar hvørva av
heimskortinum.
Um havið ikki fløðir so nógv, kunnu stórir
trupulleikar tó standast av vatnflóð og storm-
skaðum, sum oyðileggja grøði og drekkivatn
I...,81,82,83,84,85,86,87,88,89,90 92,93,94,95,96,97,98,99,100,101,...124
Powered by FlippingBook