Landafrøði 1 - page 88

88
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Menniskjað og veðurlagið
Í hesum partinum hyggja vit at tí, sum ávirkar veðurlagið. Talan er bæði
um natúrligar broytingar og broytingar, sum vit menniskju elva til.
Miðalhitin á jørðini hækkar
Leingi hevur kjak verið um, hvussu stóra ávirkan menniskju hava á
hitan á jørðini, og enn eru vísindafólk ikki samd um hetta. Kortini vísa
kanningar, at miðalhitin á jørðini er hækkaður 0,6 stig seinastu 100
árini, og at ellivu av teimum heitastu árunum hava verið eftir 1995. Í
veðurlagshøpi er hetta bæði óvanligt og órógvandi.
Alsamt fleiri vísindafólk halda, at hendan hækkingin í hitanum
stendst av útláti frá ídnaði og bilum. Tá ið vit brenna olju og kol, lata vit
stórar mongdir av carbondioxid út. Tá ið náttúran ikki megnar at bróta
tað niður, endar avlopið í atmosferuni, har tað elvir til vakstrarhúsárin.
Soleiðis veksur hitin á jørðini.
Um hitin veksur nógv allastaðni á jørðini, fara eitt nú jøklar og
innlandsísurin við pólarnar at bráðna. Tað ger, at sjógvurin fløðir.
Útrokningar frá 2008 vísa, at havið fer at hækka á leið 0,8–1,1 senti-
metrar um árið tey komandi árini.
Bráðnar hinvegin ísurin í Íshavinum, fer havið kortini ikki at hækka,
tí tann ísurin er longu í sjónum.
Nógv fólk búgva fram við strandaøkjunum, og tí kunnu sjálvt smá-
vegis hækkingar fáa álvarsamar avleiðingar. Hús og markir fara undir
sjógv, og fólk verða noydd at rýma heimanífrá.
Øktur hiti ávirkar sjálvt heitar og turrar heimspartar, sum verða enn
heitari og turrari. Hetta hevur við sær enn heitari og turrari veðurlag,
og at fólkini, sum búgva her, fáa ilt við at lívbjarga sær.
Í summum støðum, eitt nú í Karibia, hevur heitari veðurlag meira og
ógvisligari illveður við sær. Hetta hendir, tí at hitin í havinum hækkar.
Um okkara leiðir elva veðurlagsbroytingar væntandi til meira avfall.
Altjóða veðurlagssemjur
Granskarar ogpolitikarar úr nógvumlondumtaka lut í ymsumveðurlags-
samstørvum fyri at bøta um ávirkanina á veðurlagið, sum menniskju
eru atvoldin til. Hetta byrjaði við veðurlagssáttalanum hjá ST, ið varð
undirskrivaður í Rio de Janeiro í 1992. Síðani kom Kyoto-sáttmálin
eftir samráðingarnar í japanska býnum Kyoto í 1995. Hesin sáttmálin
áleggur eitt nú teimum ríku londunum, sum lata mest vakstrarhúsgass
út í luftina, at minka síni útlát við 5,2 prosentum roknað frá tølunum
I...,78,79,80,81,82,83,84,85,86,87 89,90,91,92,93,94,95,96,97,98,...124
Powered by FlippingBook