Landafrøði 1 - page 95

VATNIÐ Á JØRÐINI
95
Ein annar trupulleiki er, at meira enn helmingurin av tí feska
vatninum er kavi og ísur. Og næstan alt feskt vatn, sum er flótandi, er
grundvatn. Áir og vøtn hava bara ein ógvuliga lítlan part av heimsins
feska vatni. Men lukkutíð hava vit í Norðurlondum nógvar áir og vøtn
við feskum vatni, sum vit fáa okkara vatn úr. Í Føroyum fáa nógv
fólk drekkivatn úr áum, sum verður leitt í vatnbrunnar ella savnað í
vatnbyrgingar. Summastaðni fáa fólk drekkivatn úr vøtnum, eitt nú úr
Leitisvatni í Vágum.
Á markinummillum Ísrael, Palestina og
Jordan er Deyðahav. Vatnið, sum einki
frárensl hevur, er á leið 30% salt og er
eitt av saltastu vøtnunum á jørðini. Ein
avleiðing av saltinum er, at tú ikki søkk­
ur, tá ið tú svimur í Deyðahavi.
I...,85,86,87,88,89,90,91,92,93,94 96,97,98,99,100,101,102,103,104,105,...124
Powered by FlippingBook