Landafrøði 1 - page 94

94
VATNIÐ Á JØRÐINI
Vatn, sum savnaðist langt niðri í hellugrundini fyri minst tíggju
túsund árum síðani, nevna vit
fossilt grundvatn
. Samanborið við tað
vanliga grundvatnið, sum støðugt verður endurnýggjað við seyrandi
vatni, ið rennur niður gjøgnum jørðina, so legst ikki nýtt vatn afturat
tí fossila grundvatninum. Hetta er, tí at poknurnar, sum tað fossila
grundvatnið liggur í, eru so niðarlaga, at regnvatnið røkkur ikki niður
hagar.
Nøkur lond brúka fossilt vatn í landbúnaðinum, men tað er ein
stuttskygd loysn. Tá ið goymslan er tóm, er einki vatn eftir.
Tað mesta er sjógvur
Í náttúruni er annaðhvørt saltvatn ella feskt vatn. Eini 98% av øllum
vatni er salt og kann ikki drekkast. Allur sjógvur er saltvatn, men eisini
nøkur vøtn hava saltvatn. Grundvatnið kann eisini vera salt, um sjógv­
ur sleppur framat tí.
Í sjógvi er í miðal 3,5% av salti. Saltið kemur fyrst og fremst úr
hellugrund. Minni salt er í sjógvi, har tað regnar nógv. Tá verður
sjógvurin tyntur við regnvatni, sum ongantíð er salt.
Menniskju tola ikki at drekka saltvatn. Hevur drekkivatn meira enn
1% av salti, gerast vit sjúk. Flestu plantur og súgdýr tola heldur ikki
saltvatn.
Stórir partar av Eystursjónum eru sjóblandað vatn. Tað er vatn, ið
hvørki er feskt ella salt. Ein partur av sjónum kann enntá drekkast.
Orsøkin er, at sjógvur úr Norðsjónum verður blandaður við feskvatni
úr áunum.
Feskt vatn hevur millum 0,2 og 1% av salti. Í Oyrarsundi, har
Eystursjógvurin og Norðsjógvurin møtast, er á leið 1,5% salt. Men
uppi í Botnsvíkini er saltprosentið bara 0,2. Orsøkin er, at júst har
renna nógvar stórar áir út á sjógv.
Líka so nógv vatn, sum tá ið dinosaurarnir livdu
Tað er líka so nógv vatn á jørðini í dag, sum tað var, tá ið dinosaurar
livdu fyri hundrað milliónum árum síðani. Tó er vatnið ógvuliga ójavnt
býtt á jørðini. Summastaðni er ovmikið, og aðrastaðni er næstan einki.
Nógvastaðni er vatntrot ein dagligur trupulleiki bæði hjá menniskjum
og dýrum.
Tíverri er bara á leið 2% av heimsins vatni feskt. Restin er saltvatn,
sum má reinsast fyri salt, skulu vit brúka tað.
I...,84,85,86,87,88,89,90,91,92,93 95,96,97,98,99,100,101,102,103,104,...124
Powered by FlippingBook