Landafrøði 1 - page 102

102
VATNIÐ Á JØRÐINI
Í póløkjunum er sjógvurin altíð um 0˚C. Sjógvurin í heitastu pørtu­
num í Kyrrahavi er 25˚–28˚C. Metið í hitastigum, 38˚C, er mált í
Persaflógva og í Indiahavi.
Sjóvarfall, flóð og fjøra
Sjógvurin fløðir og fjarar við jøvnummillumbili. Sjóvarfallið er ymiskt
frá staði til stað og broytist frá degi til dags. Vanliga fløðir og fjarar
sjógvurin tvær ferðir hvørt samdøgur. Hetta nevna vit
flóð og fjøru
, sum
í mestan mun stendst av atdráttarkraftini hjá mánanum. Atdráttar­
kraftin hjá sólini og jarðarsnúningurin hava eisini ein leiklut. Hetta er
tað, sum hendir:
Á tí partinum á jørðini, sum vendir móti mánanum, verður sjógvurin
drigin móti mánanum. Jú styttri frástøðan er til mánan, tess sterkari
er atdráttarkraft hansara, og tess meira verður sjógvurin drigin hagar.
Sjógvurin streymar móti tí staðnum, sum júst tá hevur mánan beint
yvir sær, og her fløðir. Tá ið sjógvurin er høgur, hava vit flóð.
Munur millum flóð og fjøru
í Clovelly í Cornwall í Bretlandi.
I...,92,93,94,95,96,97,98,99,100,101 103,104,105,106,107,108,109,110,111,112,...124
Powered by FlippingBook