Landafrøði 1 - page 108

108
VATNIÐ Á JØRÐINI
Hvussu langt røkkur økið hjá einum landi
Eftir at hava samráðst í ST í nógv ár eru flestøll lond í heiminum vorðin
samd um ein havrættarsáttmála, sum ásetur reglur fyri, hvussu ríkidømið
í havinum kann verða gagnnýtt. Sáttmálin skilur millum tvey ymisk sløg
av rættindum, sum strandarlond hava til sjóøki. Annað er
umveldisøkið
,
sum røkkur 12 fjórðingar út frá landi (um leið 22 km). Hitt er
búskapar­
økið
, sum røkkur út á 200 fjórðingar (um leið 370 km).
Umveldisøkið hoyrir til viðkomandi land, og somuleiðis loftrúmið
uppi yvir tí. Tá ið skip ella flogfør úr øðrum londum skulu koma inn
á umveldisøkið, skulu tey hava loyvi til tað. Í búskaparøkinum hevur
viðkomandi land einsamalt rættin til fiskivinnu, oljuvinnu og aðrar
mátar at gagnnýta tilfeingið í sjónum. Skip úr øðrum londum hava rætt
at sigla har; men tað ber til at forða fyri skipaferðslu, sum verður hildin
at vera skaðilig fyri umhvørvið.
Sjóøkið, sum er uttan fyri umveldisøkið og búskaparøkið, verður
nevnt
altjóða sjógvur
.
Hvør verjir ríkidømið í sjónum
Næstan øll lond í heiminum hava skrivað undir altjóða sáttmálar
um, hvussu ríkidømið í sjónum skal verða vart. Kortini eru nógvir
ivaspurningar. Londini eru ikki altíð samd um, hvar markið millum
búskaparøkini skal vera, og heldur ikki um, hvussu nógv kann verða
fiskað av teimum ymisku fiskasløgunum. Ovfisking er eitt stórt vanda­
mál nógvastaðni. Hóast sáttmálar verða gjørdir, so er ikki altíð so lætt
at hava eftirlit við, at teir verða hildnir. Eitt nú er torført hjá nógv­
um fátækum londum at forða fremmandum fiskiførum at fiska innan
fyri sítt sjómark. Og hóast tey stóru, nýmótans fiskiførini kanska ikki
ovfiska stovnarnar, so gera tey ofta, at teir fátæku fiskimenninir, sum
búgva har, missa sínar veiðimøguleikar og tí einki hava at liva av.
Hóast strandarlondini, bæði hvørt sær og við sínámillum sam­
ráðingum, í nógv ár hava roynt at steðga oljulekum, eru teir framvegis
eitt stórt vandamál. Teir flestu oljulekarnir standast av, at skip við vilja
lata olju út í altjóða sjógv. Útlát av ymiskum evnum í sjógvin kunnu
elva til stóran skaða, serliga har, sum sjóøkið ikki er so stórt. Eitt nú í
Eystarasalti er nógv dálking, bæði av eitrandi evnum og lívrunnum
evnum, sum eru latin út í sjógvin. Tað hevur elvt til oxygentrot á botni,
broytt dýralív og plantulív og øktan alguvøkstur.
Tað hevur alstóran týdning, at sjógvurin verður gagnnýttur soleiðis,
at havsins ríkidømi ikki verður oyðilagt. Til eru útrokningar, sum vísa,
Nilá hevur verið og er ein ógvuliga
týdningarmikil flutningsleið
í Egyptalandi og Sudan.
Harumframt ger vatnið í Nilá, at
tað ber til at velta jørðina í tí turra
oyðimarkarveðurlagnum.
I...,98,99,100,101,102,103,104,105,106,107 109,110,111,112,113,114,115,116,117,118,...124
Powered by FlippingBook