Landafrøði 1 - page 115

VATNIÐ Á JØRÐINI
115
Vatn – ein handilsvøra
Í summum londum er vatnið einskilt. Tað vil siga, at tann, sum
vil hava vatn inn í húsini, má gjalda fyri tað. Fyrimunurin við at
gjalda fyri vatn er, at fólk gerast tilvitað um, hvussu nógv vatn
tey brúka. Tá ið vatn er dýrt, oyðsla tey minni. Vansin er, at nógv
fátæk fólk hava ikki ráð at keypa vatn, um tað verður ov dýrt.
Kanska brúka tey í staðin vatn úr dálkaðum áum og løkum, og
tað ger, at serliga børn verða sjúk av búkilsku.
Nógv halda tað vera skeivt at einskilja vatn og at selja tað á
henda hátt. Vatn er lívsneyðugt bæði hjá menniskjum og dýrum,
tí eigur tað at vera ein grundleggjandi mannarættur, at øll fáa
vatn.
Vatn í fløsku
Í ríka partinum av heiminum er tað væl umtókt at keypa vatn í
fløskum, hóast vatnið úr krananum aloftast er líka reint og bara
kostar ein evarska lítlan part av tí, sum vatnið í fløskum kostar.
Í 2006 drukku danir 140 milliónir litrar av vatni úr fløskum. At
gera fløskur og at flyta vatn elvir til, at útlátið av vakstrarhúsgassi
veksur, og harvið økist vakstrarhúsárinið. Tí eru fleiri kommunur
og fyritøkur givnar at borðreiða við vatni í fløskum á fundum og
tílíkum. Í staðin verður borðreitt við kranavatni í kannum.
Tá samanum kemur, er ójavna býtið av vatninum í verðini ein
spurningur um rættvísi. Hvat eigur at verða gjørt til tess at býta
vatnið so rættvíst sum gjørligt millum lond, fólkasløg, bý og
bygd, landbúnað, ídnað o.s.fr.?
?
I...,105,106,107,108,109,110,111,112,113,114 116,117,118,119,120,122-123,124
Powered by FlippingBook