Landafrøði 1 - page 106

106
VATNIÐ Á JØRÐINI
Havsins botnur – slættar og fjøll
Á havbotninum eru víðir
djúphavsslættar
og bráðdjúpir dalar, sum verða
nevndir
djúpálir
. Ymsastaðni á slættunum eru høg fjøll og gosfjøll, sum
av og á goysa grótbræðing oman yvir havbotnin. Har grótbræðingarnar
leggja seg í løgum, verða at enda langar fjallarøðir. Longsta fjallarøðin,
sum eitur Miðatlantsryggur, er í Atlantshavi.
Sjógvurin yvir slættunumer ógvuliga djúpur.Miðaldýpið í høvunum
á jørðini er um leið 3.800 metrar, men djúpálirnar eru nógv djúpari enn
so. Í Kyrrahavi er t.d. Mariandjúpál, sum er 11.034 metrar djúp. (Á bls.
35 kanst tú lesa, hvussu fjallarøðir og djúpálir verða til).
Nærri meginlandinum er nógv grynri. Har er havbotnurin ytsti
kanturin á meginlandinum, sum liggur undir sjógvi sum ein ógvuliga
breið hill. Hetta nevna vit
landgrunnin
. Norðsjógvurin, millum Bret­
land og Danmark, er á einum landgrunni. Tað sama er at siga um
Íshavið við strond Sibiria. Á landgrunninum verður fiskað og borað
eftir olju og gassi, tí har er passaliga grunt.
Uttan fyri landgrunnin er
hellingin
, sum skráar líðandi oman á
djúphavsbotnin.
Nógv fjalir seg undir vatnskorpuni
í Norðuratlantshavi, t.d. fjallarøðin
Miðatlantsryggur.
Grønland
Djúphavsslætti
Ísland
Land-
grunnur
Evropa
Afrika
Miðatlants-
ryggur
Sjóvar-
fjøll
Sjóvar-
fjøll
Sjóvar-
fjøll
Norðuramerika
Landgrunnur
Gosfjall
Helling
I...,96,97,98,99,100,101,102,103,104,105 107,108,109,110,111,112,113,114,115,116,...124
Powered by FlippingBook