Landafrøði 1 - page 103

VATNIÐ Á JØRÐINI
103
Jú longri burtur vit koma frá mánanum, tess minni verður atdráttar­
kraftin. Hinumegin jørðina er atdráttarkraftin hjá mánanum veik, men
kortini verður eisini flóð har. Hetta kemur av eini kraft, sum jørðin og
mánin í felag eru atvold til.
Mitt ímillum støðini við flóð lækkar sjógvurin, og vit siga, at tað
fjarar
. Munurin ímillum flóð og fjøru er størstur við eysturstrond
Kanada, við Nýfundland og við Bretagne í Fraklandi. Har standa
bátarnir beinleiðis á turrlagda havbotninum, tá ið fjøra er, hóast teir
nakrar fáar tímar frammanundan flutu á fleiri metra dýpi.
Tá ið sjógvurin streymar móti einum staði, soleiðis at sjógvurin
hækkar, siga vit, at tað
fløðir
. So skjótt sum tað er vorðið flóð, fer sjógv­
urin at lækka aftur.
Flóð og fjøru merkja vit týðiliga á firðum og víkum. Úti á havinum
merkja vit lítið til hetta.
I...,93,94,95,96,97,98,99,100,101,102 104,105,106,107,108,109,110,111,112,113,...124
Powered by FlippingBook