Landafrøði 1 - page 97

VATNIÐ Á JØRÐINI
97
Salt
Salt er annaðhvørt í sjógvi ella í
undirgrundini. Salt úr sjógvi nevna
vit sjósalt, og salt úr undirgrundini
nevna vit steinsalt.
Salt er ein av heimsins elstu
handilsvørum. Saltið verður fyrst
og fremst brúkt sum kryddarí, men
eisini sum haldevni til kjøt, fisk og
grønmeti. Harafturat verða stórar
nøgdir av salti nýttar í kemiska
ídnaðinum, eitt nú til at gera
vaskievni.
Nógv salt er at fáa úr sjógvi.
Sjógvur verður førdur inn í grunnar
hyljar. Tá ið vatnið dampar burtur,
liggur saltið eftir. Sjósalt verður
gjørt við sólríkar strendur í teimum
heitu londunum.
Salthylur í Bretagne við
fronsku vesturstrondina.
Í nógvum fátækum londum verða fólk noydd at brúka nógva tíð til at fara eftir
vatni. Ein pumpa ger, at fólk í býum, fyrst og fremst kvinnur og gentur, fáa
stundir til landbúnað ella skúlagongd. Myndin er úr Sambia.
I...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100,101,102,103,104,105,106,107,...124
Powered by FlippingBook