Landafrøði 1 - page 90

90
JØRÐIN OG KORTINI
VIT STEÐGA Á:
Hótt paradís
Sveiggjandi pálmar, bláur sjógvur, koralriv við litføgrum fiskum,
ævigt summar: Tuvalu, oyggjar í Kyrrahavinum. Fyri mong eru
hesar smáu oyggjar ímyndin av paradísi á jørð. Men friðsæla
plássið er hótt.
Veðurlagið á jørðini gerst heitari, vísa flest allir granskarar á.
Lýggjara veðurlagið hevur við sær, at ískappar í køldum økjum
bráðna skjótari, og at heimshøvini fara at fløða. Mong meta, at
henda tilgongdin longu er í ferð við at henda. Eingin veit rættiliga,
hvussu nógv havið fer at fløða, men tað nýtist ikki vera so nógv,
áðrenn tað rakar hópin av fólkum.
.
Vit vita ikki við vissu, hvat fer
at henda í framtíðini. Onkrar
metingar kunnu vísa seg at
vera skeivar ella at gera ov
nógv av. Hvønn váða tora vit
at taka? Hvat kunnu vit gera
fyri at minka um váðan? Hvat
kanst tú gera?
I...,80,81,82,83,84,85,86,87,88,89 91,92,93,94,95,96,97,98,99,100,...124
Powered by FlippingBook