Landafrøði 1 - page 80

80
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Leyvskógarøkið
Sunnan fyri nálaskógarøkið er veðurlagið heitari. Her er
heitt-temprað
veðurlag
og
leyvskógir
við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrar-
beltum – serliga í Evropa – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr
høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini
høgdu tey skógin fyri at fáa til vega lendi at velta á.
Nógv fjølbygd øki, eitt nú í Týsklandi, Niðurlondum og Stórabret­
landi, vóru fyrr stórir leyvskógir. Nú er skógurin burtur, og landbúnaður
og ídnaðarøki eru komin í staðin.
Stórir leyvskógir eru tó framvegis. Vanlig trø í leyvskógum í Evropa
eru eik, bók, kastanja, valnøt, álmur og lind.
En stor del av de europeiska lövsko-
garna har i dag blivit odlingsmark
eller också har de bebyggts. De stora
lövskogsområden som finns kvar är ofta
naturreservat, som här i östra Tyskland.
Vit býta tempraða veður-
lagsøkið upp í enn smærri
eindir. Hvat slag av veður­
lag er har, sum tú býrt?
?
Flestu leyvskógir í Skandinavia eru í
Suðursvøríki og Danmark.
I...,70,71,72,73,74,75,76,77,78,79 81,82,83,84,85,86,87,88,89,90,...124
Powered by FlippingBook