Landafrøði 1 - page 81

VEÐURLAG OGVØKSTUR
81
Miðjarðarhavsveðurlag – miðjarðarhavskjarr
Veðurlagið við Miðjarðarhav nevna vit miðjarðarhavsveðurlag. Har er
heitt og turt um summarið og lýtt og slavið um veturin. Fyri fleiri
túsund árum síðan vóru stórir leyvskógir her. Skógirnir vórðu feldir og
eru mest sum horvnir nú. Víð øki eru nú í staðin beitilendi hjá seyði
og geit. Bitið elvdi til, at vøksturin broyttist. Kjarr og vøkstir, sum dýr
ikki kundu eta, breiddu seg. Á henda hátt kom tann vøksturin, sum vit
nevna
miðjarðarhavskjarr
.
Meginparturin av økjunum við miðjarðarhavskjarri eru í dag olivin­
lundir, sitruslundir og vínakrar. Leyvtrø, sum trívast í miðjarðarhavs­
veðurlagi eru lavrberjatrø, myrta, eik, bók og kastanjutrø.
Miðjarðarhavsveðurlag er ikki einans í økinumkringMiðjarðarhavið.
Líknandi veðurlag og vøkstur er eisini aðrastaðni, eitt nú í landslutum í
Kalifornia, Avstralia, Suðurafrika og Kili. Eisini her er summarið heitt
og turt og veturin mildur og slavin.
Runt umMiðjarðarhavið er mið-
jarðarhavskjarr, sum her á Mallorka.
I...,71,72,73,74,75,76,77,78,79,80 82,83,84,85,86,87,88,89,90,91,...124
Powered by FlippingBook