Landafrøði 1 - page 83

VEÐURLAG OGVØKSTUR
83
Amasonas er størstur
Tann størsti og kendasti regnskógurin er
Amazonas
frumskógurin
í Suðuramerika, men tropiskir regnskógir eru eisini í Miðamerika,
Afrika, India, Landsynningsasia og Avstralia.
Ógvuliga fá fólk búgva í regnskóginum. Mong teirra liva av at veiða
og fiska. Onnur dyrka jørðina, sum er kørg og ikki kann verða nýtt til
stórvegis landbúnað. Tey flestu velta bert nøkur fá ár í sama stað. Síðan
lata tey regnskógin vaksa aftur og velta heldur í øðrum stað.
Regnskógurin er týdningarmikið tilfeingi
Ógvuliga nógvur vøkstur er í regnskóginum. Meira enn helmingur­
in av øllum plantuvøkstri á jørðini er í tropisku regnskógunum. Sagt
verður, at regnskógurin er heimsins størsta apotek, tí so nógvur heilivág­
ur kemur úr tí, sum veksur í regnskóginum.
Regnskógurin er týdningarmikið tilfeingi í teimum londum, sum
hava nógvan skóg. Skógurin veitir byggitilfar, rávøru til pappír og
timbur til innbúgv. Skógarídnaðurin troytir nógvar frumskógir hart,
og stór skógarøki hvørva, tí trøini verða feld. Tað verður eisini gjørt fyri
at útvega dýrunum beiti.
Tað er ógvuliga torført at planta trø aftur, um allur skógarvøksturin
einaferð er feldur. Tey nýggju trøini hava ilt við at festa røtur, tí nógv
av jørðildinum kann vera skolað burtur, meðan tað lá bert og óvart.
Harumframt er jørðin kørg.
Tropiskt veðurlag – savanna
Nakað burtur frá miðkringinum regnar enn minni enn í regnskógi-
num. Her er
tropiskt savannuveðurlag
við regntíð og turki. Vakstrarøkið
í hesum veðurlagnum nevna vit
savannu
.
Á savannuni veksur sítt gras, og har eru eisini einstøk spjadd trø,
viðarlundir og nakrir fáir skógir. Jú vátari savannan er, jú fleiri trø
vaksa á henni. Í turkinum missa mong trø øll bløðini.
Tropurnar
Økið millummiðkringin og sólkringarnar nevna vit tropurnar. Hygg á
bls. 74-75.
Í Kosta Rika eru fleiri sløg av teimum
sermerktu leyvfroskunum.
I...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...124
Powered by FlippingBook