Landafrøði 1 - page 85

VEÐURLAG OGVØKSTUR
85
Veðurlagið á steppunum – heitar og kaldar steppur
Steppuveðurlag
er bæði í heitum og køldum økjum. Turkurin og ikki
hitin er avgerandi fyri veðurlagið og vøksturin. Vakstrarøkið í hesum
veðurlagnum verður nevnt
steppur
. Her veksur ymiskt gras, leykir og
fleiri runnar, men her er alt ov turt hjá høgum trøum, ið krevja nógv
vatn fyri at vaksa.
Hóast veðurlagið er turt, eru mong av heimsins týdningarmestu
búnaðarøkjum og beitilendum í økjum, sum hava steppuveðurlag.
Orsøkin er, at vatn kann verða leitt út á turra, men fruktagóða lendið.
Tilfarið í steppujørð er vanliga leyst jørðildi, sum vit nevna løssjørð, og
sum er evnað úr fokdusti, og
sortujørð
, sum hevur svartan lit.
Í USA og Kanada eita grassteppurnar
preriur
, og í Argentina eita tær
pampas
. Á leið 10% av heimsins fólkum liva í økjum, sum einaferð vóru
steppur.
Norðuramerikanska prerian røkkur heilt
úr Meksiko til Kanada. Hon er sum heild
velt sum her í Shelby í Montana nærindis
markinum til Kanada.
I...,75,76,77,78,79,80,81,82,83,84 86,87,88,89,90,91,92,93,94,95,...124
Powered by FlippingBook