Landafrøði 1 - page 78

78
VEÐURLAG OGVØKSTUR
Tundra
Millum Íshav og nálaskógarøkið er vakstrarøkið, sum vit nevna
tundra
.
Lendið í tundruni er fryst. Hetta nevna vit
permafrost
. Einans tað ovasta
lagið tiðnar um summarið, tá ið kavin bráðnar. Tá verður vøllurin
ógvuliga vátur. Tí verður tundra eisini rópt
frostmýra
.
Eyðkenni fyri landslagið á tundruni eru heiðar, vøtn, vátlendi og áir.
Einans kjarr og lág bjarkatrø vaksa her – eingi trø við longum rótum, tí
jørðin er fryst. Nógv er til av mosa, skónum og urtum. Um summarið
eru litfagrar blómur í hópatali.
Temprað veðurlag – nálaskógur og leyvskógur
Sunnan fyri póløkið er
temprað veðurlag
. Her er árligi hitamunurin so
stórur, at fýra árstíðir eru: summar, heyst, vetur og vár. Harumframt
regnar allar tíðir á árinum.
Temprað veðurlag er býtt upp í smærri eindir, tí munurin millum
tempraðu veðurløgini er so stórur. Norðanfyri er kalt og her er
kalt-
temprað
veðurlag
. Sunnanfyri er
heitt-temprað veðurlag
.
Veðurlagið fram við landi er heilt øðrvísi enn veðurlagið inni í
landinum. Fram við strendurnar í Evropa og Norðuramerika er t.d.
strandarveðurlag
.Her ermunurinmillumárstíðirnar ofta lítil. Eyðkenni
fyri strandarveðurløgini eru tískil slavnir, lýggir vetrar og ikki so heit
summur. Hetta er tí at havið er í nánd, haðani skýggj og regn koma.
Havið er á henda hátt ein hitagoymsla, sum goymir summarhitan og
makar vetrarkuldan. Hinvegin tekur tað drúgva tíð at hita havið upp
um várið. Vetrarkuldin er seinur at sleppa vætuni, og tað kølir luftina.
Í Føroyum er kalt-temprað strandarveðurlag fram við landi, men uppi
í fjøllunum kólnar so mikið, at her er pólveðurlag.
Inni í landinum er
meginlandsveðurlag
. Her er summarið heitt.
Veturin er ofta ógvuliga kaldur og turrur, tí langt er til varman og væt­
una í sjónum. Meginlandsveðurløgini eru so statt eyðkend av heitum
sumrum og køldum vetrum.
Nálaskógarøkið
Á norðaru hálvu í
kalt-tempraða veðurlagnum
er vakstraøkið við stórum
nálaskógum
. Stórir partar av Norðuramerika, Russlandi og norðaru
partarnir í Evropa hoyra til
nálaskógarøkið
.
Nálatrø trívast í kalt-tempraða veðurlagnum. Tey klára seg ígjøgnum
kalda veturin, og tá ið tað frysta jørðildið tiðnar um summarið, fáa
røturnar føðslu, og trøini vaksa væl.
Granntrø og furutrø eru vanlig í evropeiskum nálaskógi. Í Sibiria eru
Reindýr trívast á tundruni, har tey
bíta gras, skónir og píl.
I...,68,69,70,71,72,73,74,75,76,77 79,80,81,82,83,84,85,86,87,88,...124
Powered by FlippingBook